UM OKKUM

Sum kunnugt, kom gamli Sloan til Føroya í 1865. Maðurin var hjartaligur, og boðskapurin einfaldur. Nakað eftir 1920 taka einstaklingar á Eiði hesa ”nýggju” trúnna til sín. Evangelisk møtir verða hildin fyrst í skúlanum og síðani í dansistovuni. Teir, sum hildu møtir, vóru menn frá Ljósá og aðrastaðni.

Breyðbróting, ella morgunmøti, byrjaði í 1938 í Losjuni. Andrew Sloan var við fyrstu ferð. Hans Martin Miklagarð og Kristian Olsen komu til trúgv í 1937 umborð á Liljuni og lótu seg doypa. Síðani varð flutt heim í stovuna hjá Hans Martini og Borghild Miklagarð. Tá savnaðust umleið 11 vaksin og nøkur børn. Undir krígnum vóru møtini hjá Issa og Lisu Hammer, og uppaftur seinni savnaðust tey hjá Jóhannus og Oluffu Myglegaard.

Mizpa verður bygt í 1948. Ta fyrstu tíðina vórðu ikki hildin evangelisk møtir uttan so, at onkur fremmandur kom til bygdar. Sunnudagsskúlin byrjar í 1956, og síðani tá hava reglulig møtir verið hildin, sunnumorgun, sunnukvøld og mitt í viku.

UM SAMKOMUNA

Fyrra korintabræv 15:3-43:
Tí eg lærdi tykkum sum hitt fyrsta tað, sum eg eisini hevði tikið við: At Kristus doyði fyri syndir okkara, eftir skriftunum,
4: at Hann varð jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum,

Elstar

Jón Jacobsen, Eiði, tlf. 791 135
Thorleif Andreasen, Eiði, tlf. 270 606
Jóannes Mørkøre, Eiði, tlf. 588 824