"Tá skal fólk Mítt búgva í friðarheimi, á tryggum bústøðum ..." Es. 32,18
Fyri nøkrum árum síðan varð strongd roknað sum ein trupulleiki hjá mannfólki, men soleiðis er ikki longur. Konufólk verða strongd, tí tey vilja vera fullkomin, vilja síggja út á ávísan hátt, av at kappast á arbeiðsplássinum, av at seta sær fyri at gera alt sjálv, av ongantíð at siga nei og av ikki at hava stundir til sín sjálvs. Gud vil ikki, at vit skulu liva soleiðis! "... vøkstur rættvísinnar skal vera friður, og vinningur rættarins skal vera ró og trygd – til ævigar tíðir. Tá skal fólk Mítt búgva í friðarheimi, á tryggum bústøðum, á sorgfríum hvílustøðum." (Es. 32,17-18)
So her eru tvey praktisk uppskot fyri strongd hjá bæði monnum og kvinnum: 1) Fá tær sjálvum meira tíð. Av tí at alt tekur longri tíð, enn tú frammanundan heldur, minkar ófriðurin á tær munandi, um tú sært til at hava nóg mikið av tíð til at gera ætlaðu uppgávuna. Tá tú ert undir trýsti, er tað góð meginregla at rokna við 20% meira tíð, enn tú heldur teg hava brúk fyri. 2) Ver nøgdur við lítið. Fyri stuttum vísti ein kanning av túsundtals húsarhaldum, at tey, sum liva yvir evni, hava lyndi til at fáa sjúkur, sum standast av strongd – hjartatilburð og tunglyndi. "Tann, sum vinningur er alt hjá, fær hús sítt í ólag ..." (Orðt. 15,27) So kanst tú spyrja: "Merkir tað, at Gud ikki vil, at eg skal framá her í lívinum?" Nei, hann vil bara, at tú raðfestir rætt og lærir at frøast um at vera, har tú ert – á veg móti málinum. Kennir tú teg strongdan í dag, bið so: "Harri, mær tørvar at verða endurnýggjaður. Hetta við at liva hevur møtt meg. Takk at tú fyriskrivar frið og hvíldarpláss mitt í eini strævnari tíðarætlan. Hjálp mær til altíð at raðfesta teg fremst og at finna mítt hvíldarstað í tær.”
"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira