ANDALIGAr GREINAR

Bíða eftir Guds tíðarætlan

"Eg havi sagt tað, og Eg skal eisini lata tað koma" Es. 46,11

Gud hevur eina ætlan fyri tínum lívi, sum krevur, at okkurt skal henda eina ávísa tíð. Og av tí at hann sær ta stóru myndina, og tú bara arbeiðir við avmarkaðum upplýsingum, skalt tú líta á hann – sjálvt tá ið tú ikki sært, hvussu alt fer at henda. Gud kann brúka eitt mist samband ella starv og gera tað so, 'at alt samvirkar til góða' fyri teg. Trupulleikin er, at meðan hann ger alt hetta, kann tað viðhvørt kennast bæði ótýdligt og ússaligt hjá tær.

782 ár fyri føðing Jesusar segði Mika profetur, at Jesus fór at verða føddur í Betlehem (les Mika 5,2). Men Maria og Jósef búðu í Nazaret. So hvussu loysti Gud henda tvørleikan?

Tann rómverski Augustus keisari gjørdi av at hava manntal: "Tá fóru øll at lata seg skriva, hvør til sín egna bý. Eisini Jósef fór úr Galilea, úr býnum Nazaret, til Judea, til bý Dávids, sum eitur Betlehem – tí hann var av húsi og ætt Dávids –at lata seg skriva, saman við Mariu, trúlovaðu síni, sum var við barn. Meðan tey nú vóru har, kom tíðin, at hon skuldi eiga. Og hon átti son sín, hin frumborna, og sveipaði Hann og legði Hann í krubbu ..." (Luk. 2,3-7)

Stúrir tú fyri framtíðini? "Bíða eftir Harranum og halt teg á vegi Hansara! So skal Hann seta teg høgt, so tú arvar landið ..." (Sálm. 37,34)

Sissa teg. Tann Gud, sum sá til, at sonur hansara bleiv føddur inn í røttu familjuna røttu tíðina og á rætta staðnum, er tann, ið tekur sær av tær í dag.

Úr "... et Ord til Dagen" 26. desember 2019
(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira