ANDALIGAr GREINAR

Brúka lovprísanarkraftina

”... prís Hansara skal altíð vera mær á munni.” (Sálm. 34,2)

Tað ber til at lovprísa Gudi alt ov lítið, men tú kanst ongantíð prísa honum ov nógv. Dávid skrivar: ”Frá upprisi sólar til sólarlag veri navn Harrans hálovað!” (Sálm. 113,3) ”Sjey ferðir um dagin lovi eg Tær fyri rættvísilógir Tínar.” (Sálm. 119,164) ”... prís Hansara skal altíð vera mær á munni.”

Tá ið umstøðurnar renna teg um koll, er tað seinasta, tú hevur hug til, at prísa Gudi. Men tað er tað fyrsta, tú eigur at gera, tí lovprísan fær tankarnar burtur frá tær sjálvum og yvir á Guds undursama vald.

Jósafat stóð yvir av einum heri, sum hann onga vón hevði um at sigra á. Men tá ið hann fór at prísa Gudi, løgdu fíggindarnir hvør á annan, meðan hann ovfarin hugdi at.

Tá ið Paulus og Silas prísaðu Gudi í fongslinum, brotnaðu leinkjurnar og duttu av, og hurðarnar lótust upp.

Tað er vanligt at hyggja at trupulleikanum og gloyma at prísa Gudi, men lovprísan loysir trupulleikar. Pætur skrivar: ”... fyri at roynda trúgv tykkara – sum er mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull – og tað verður tó roynt við eldi – kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering Jesu Krists.” (1. Pæt. 1,7)

Far og viðurkenn megina í lovprísanini og ger av at lyfta Gud upp, sama hvussu tú hevur tað. Lovprísanin fær teg inn í Guds nærleika og inn at hansara góðvild og signing.

Tú sigur kanska: ”Men eg skilji ikki, hvussu lovprísan virkar.” Hugsa soleiðis um tað: Tú hevur ikki fyri neyðini at skilja aerodynamikk fyri at kunna flúgva. Tú fert bara upp í flogfarið, og flogskiparin førir teg til rætta staðið. Tað er tað sama, tá ið tú lovar Gudi – ger tað bara, og tú fert at uppliva úrslitini.

Úr "... et Ord til Dagen" 14. januar 2020
(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira