ANDALIGAr GREINAR

Fata tín Himmalska Faðir

"Teir skiltu ikki, at tað var um Faðirin, Hann talaði við teir." Jóh. 8,27

Tey átrúnaðarligu á Jesu døgum dugdu illa at fata Gud sum Faðir. Harra, kong, dómara skiltu tey – ikki Faðir. Teirra bøkur úr Gamla Testamenti talaðu bara fáar ferðir um Gud sum Faðir, men Nýggja Testamenti nevnir tað hundraðtals ferðir. Jesus segði sjálvur: "ei heldur kennir nakar Faðirin uttan Sonurin og tann, ið Sonurin vil opinbera Hann."

Sannleikin er, at Gud varð verandi eitt loyndarmál fyri teimum, til Jesus opinberaði teimum Faðirin. Og nógv okkara skilja framvegis ikki Gud sum Faðir og tær ríku signingarnar, vit eiga í honum. Faðir, Guds alfevnandi navn, fatar um alt tað, tú nakrantíð fert at hava tørv á, og lýsir hansara kenslur fyri tær.

Hann rúmar allar eginleikar hjá besta faðirinum, tú kanst ímynda tær. Alt tað, ein elskandi faðir vil gera fyri barn sítt, vil tín himmalski Faðir gera fyri teg – og meira aftrat. Tá ið vit viðurkenna Gud sum Faðir okkara, hvørvur óttin, tí vit síggja, at hann fer at fylla hvønn tørv.

Jesus segði: "Óttast ikki, lítla fylgi! Tí Faðir tykkara líkaði at geva tykkum ríkið." (Luk. 12,32) Tað frøir Gud at geva tær allar ognirnar í ríki sínum! Hví? Tí at hann elskar teg líka nógv, sum hann elskar Jesus!

Í Jóhs. 17,23 biður Jesus Faðirin um, at tú skalt fáa álit á, at "Tú hevur sent Meg og hevur elskað tey, sum Tú hevur elskað Meg." So síggj Gud sum Faðir tín og far og liva sum hansara barn – og njót fyrimunirnar við tí skyldskapinum. (Ef. 2,19)

Úr andaktsheftinum "... et Ord til Dagen" 25. oktober 2019
(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira