ANDALIGAr GREINAR

Guds tíðarætlan

"Við at vera áhaldandi skulu tit vinna sálir tykkara." Luk. 21,19

Gud lærir teg tolni, tá hann fær teg at bíða longur, enn tú hevur hug til, eftir tí, tú ynskir tær. Ynski okkara eru sum villross – neyðugt er at temja tey. "Tykkum tørvar tol, so tit – táið tit hava gjørt vilja Guds – kunnu fáa tað, sum lovað er." (Hebr. 10,36) Ótol títt kann gera bæði teg og øll rundan um teg í ringum lag, men ótolið fær ikki Gud at skunda sær.. Hann virkar eftir sínum egna vilja og síni egnu tíðarætlan: "... vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat." (Gal. 6,9) "Í síni tíð" er, tá tað hóvar Gudi, ikki tær. Hann tekur sær tíð, so alt fellur rætt. Tú veitst ikki, hvat hann ger, men tað veit hann. Og tað má vera nóg gott hjá tær.

Guds tíðarætlan er hansara mál. Hann kemur ongantíð ov seint, men hann kemur aloftast heldur ikki ov tíðliga. Hann brúkar allar møguleikar til at menna ein tolnisávøkstur í tær. Men eisini annan ávøkstur í tær, sum skal mennast og vera við í kapprenningini, um tú skalt um málstrikuna sum vinnari. Ómentir menningarmøguleikar veita Gudi ongan heiður. Um tær gekst ómetaliga væl, men tú vart hástórur og bonskur móti øðrum, hevði tað ikki líkað Harranum. So um tú fert framum á onkrum øki, fer hann varisliga, men við fastari hond at steðga framgongd tíni á tí økinum, til onnur øki kunnu fylgja við. Tað virðismetir tú ikki, meðan tað hendir, men seinni fert tú skilliga at síggja fyri tær, hvat óskil var komið burturúr, um alt hendi eftir tínum høvdi í staðin fyri at fylgja Guds tíðarætlan.

"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira