ANDALIGAr GREINAR

Hvat so krevst

"Hin lati tráar – og fær einki, men sál hinna hugagóðu verður mett." Orðt. 13,4


Orðið hugagóður fevnir um dygdir sum hart arbeiði, reinlyndi, áhaldni og stremban eftir framúr avriki. Ein serfrøðingur sigur: "Skal verk títt eydnast, er ikki nóg mikið at vera 100% betri enn kappingarneytin, men at vera 100% betri 100 ymiskar hættir." Høvundurin Dale Dauten sigur: "Vilt tú verða roknaður sum skapandi á arbeiðsplássinum, á yrkisleiðini og í lívinum, snýr tað seg bara um at taka eitt einasta, lætt fet – eykafetið. Sært tú eina vælkenda ætlan, skal tú bara spyrja: 'Hvat meira kunnu vit gera?'" Skal verk títt eydnast, mást tú gera meira – meira enn tú hevur hug til, meira enn kappingarneytin, meira enn tú heldur, at tú megnar. Yrkjarin William Arthur segði: "Eg vil meira enn at vera við – eg vil taka lut. Eg vil meira enn at ansa eftir – eg vil hjálpa. Eg vil meira enn at trúgva – eg vil gera. Eg vil meira enn at vera rættvísur – eg vil vera vinaligur. Eg vil meira enn at fyrigeva – eg vil gloyma. Eg vil meira enn at droyma – eg vil arbeiða. Eg vil meira enn at læra onnur – eg vil geva íblástur. Eg vil meira enn at læra frá mær – eg vil ríka. Eg vil meira enn at geva – eg vil tæna. Eg vil meira enn at liva – eg vil mennast. Eg vil meira enn at tola og vera nøgdur – eg vil sigra." Tú kanst ikki vera nøgdur við at gera tað, sum einaferð er lættast, og so røkka máli tínum. Tú mást geva meira. Tú mást gera, "hvat so krevst”.

"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira