"Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara ..." 1. Kor. 1,3
Fleiri av brøvunum hjá Paulusi byrja við orðunum: "Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!" Tað er, tí vit kunnu ikki uppliva Guds frið, uttan so at vit vita, hvussu vit skulu taka ímóti náði hansara og liva í henni. Viðvíkjandi Guds náði er neyðugt at skilja tríggjar lutir: a) Tú kanst einki gera fyri at hava uppiborið náðina; b) náðin er tað, Gud ger fyri teg, sum tú ikki kanst gera sjálvur; c) tú kanst ikki taka ímóti, fyrr enn tú gevst at stríðast og royna alt í egnari megi. Bíblian sigur: ""Gud stendur hinum stoltu ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði." (Ják. 4,6).
"Tey eyðmjúku" eru tey, sum viðganga, at tey hava eingi evni til at standa seg væl uttan Guds hjálp, men "hini stoltu" royna altíð at taka allan heiðurin sjálv. Tey vilja fegin halda, at arbeiðið verður gjørt av teirra avrikum, so tey hava ilt við at biðja Gud um náði og uppaftur truplari við at taka ímóti henni. Pætur skrivar: "... vaksið í náði ..." (2. Pæt. 3,18) Tú lærir bara at líta á Gud – við at gera tað! Tú veksur í náðini við at taka Gud upp á orðið, við at rokna við, at hann fyllir tørv tín hvønn dag, og at hann tekur við í hvørji støðu, sum er ov trupul ella ógjørlig hjá tær at megna. Ikki ein einasti dagur kemur, tá tú ikki hevur tørv á náði Guds. Og um tú ert fúsur at viðganga tað og taka ímóti náðini í trúgv, verður eingin endi á henni. "Av fylling Hansara hava vit øll fingið, og tað náði yvir náði." (Jóh. 1,16)
"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi
”Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar ...” 2. Tim 1,7 - At vinna á óttanum ...
Les meiraTú fert ongantíð at skilja boðskap krossins ella at fáa vinningin av tí frelsu, sum fæst av krossinum, uttan at tú fyrst boyggir knøini við krossin..
Les meiraTá ið tú lýsir okkurt sum "ómøguligt", henda hesi trý tingini....
Les meiraHvussu syrgir Gud fyri okkum? Ein dag í senn. Minnist tú ísraelsfólk í oyðimørkini?
Les meiraDániel varð noyddur til at gera av, um hann vildi vera ein, sum lagar seg, ....
Les meiraBíblian sigur, at " Dániel setti sær fyri, at hann skuldi ikki gera seg óreinan við mati kongsins ella við víninum, ið hann drakk ..."
Les meiraÍ USA síggjast av og á bilar við teksti á kúfangaranum, sum sigur, at barnið hjá eigaranum er "heiðursstudentur" á ávísum skúla.
Les meiraTú kanst sýna besta "pokerandlitið" fram í royndini at sannføra onnur um, at tað gongst betur, enn tað ger, men innast inni kennir tú sjálvur tey økini, har tú oftast verður freistaður..
Les meira"Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Les meiraHar sum tú býrt, har er heim títt ella bústaður tín. Tá ið tú prísar Gudi, sigur tú: "Kenn teg heima her, Harri."
Les meira