ANDALIGAr GREINAR

Hvussu uppliva vit Guds náði

"Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara ..." 1. Kor. 1,3

Fleiri av brøvunum hjá Paulusi byrja við orðunum: "Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!" Tað er, tí vit kunnu ikki uppliva Guds frið, uttan so at vit vita, hvussu vit skulu taka ímóti náði hansara og liva í henni. Viðvíkjandi Guds náði er neyðugt at skilja tríggjar lutir: a) Tú kanst einki gera fyri at hava uppiborið náðina; b) náðin er tað, Gud ger fyri teg, sum tú ikki kanst gera sjálvur; c) tú kanst ikki taka ímóti, fyrr enn tú gevst at stríðast og royna alt í egnari megi. Bíblian sigur: ""Gud stendur hinum stoltu ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði." (Ják. 4,6).

"Tey eyðmjúku" eru tey, sum viðganga, at tey hava eingi evni til at standa seg væl uttan Guds hjálp, men "hini stoltu" royna altíð at taka allan heiðurin sjálv. Tey vilja fegin halda, at arbeiðið verður gjørt av teirra avrikum, so tey hava ilt við at biðja Gud um náði og uppaftur truplari við at taka ímóti henni. Pætur skrivar: "... vaksið í náði ..." (2. Pæt. 3,18) Tú lærir bara at líta á Gud – við at gera tað! Tú veksur í náðini við at taka Gud upp á orðið, við at rokna við, at hann fyllir tørv tín hvønn dag, og at hann tekur við í hvørji støðu, sum er ov trupul ella ógjørlig hjá tær at megna. Ikki ein einasti dagur kemur, tá tú ikki hevur tørv á náði Guds. Og um tú ert fúsur at viðganga tað og taka ímóti náðini í trúgv, verður eingin endi á henni. "Av fylling Hansara hava vit øll fingið, og tað náði yvir náði." (Jóh. 1,16)


"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi

Vend við aftur til Gud!

"Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðirin hann, og honum tykti hjartaliga synd í honum; hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann."

Les meira

STYRKIVENJING

Hevur tú nakrantíð eygleitt fólk, sum fingust við styrkivenjing? Tey verða alsamt sterkari fyri hvønn dag, alt meðan tey stríðast við alsamt tyngri vektir.

Les meira

Fata tín Himmalska Faðir

Tey átrúnaðarligu á Jesu døgum dugdu illa at fata Gud sum Faðir. Harra, kong, dómara skiltu tey – ikki Faðir.

Les meira

Tilbið – og vinn andaligar bardagar

Lovsangur er eitt vápn so kraftmikið, at tað kann venda bardagan til tín fyrimun.

Les meira

"... sál hinna hugagóðu verður mett...

Charlie Jones sigur søguna um ein mann, sum droymdi, at hann hevði arvað 1 millión dollarar.

Les meira

Ger bøn til ein dagligan vana!

Bøn virkar ímóti strongd. Jesus byrjaði dagin við bøn. Hann steðgaði ofta á gjøgnum dagin at biðja, og hann endaði hvønn dag við bøn.

Les meira

Í menniskjum góður tokki

Hesa tíðina, tá ið stundar til jóla, hoyra vit á hvørjum ári hesi signaðu og nógv sigandi orðini: Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!

Les meira

Jarðbundnar væntanir (2)

"... Hann visti sjálvur, hvat í menniskjuni var" Jóh. 2,25. - Tú skalt læra at hava jarðbundnar væntanir á trimum økjum...

Les meira

Jarðbundnar væntanir (1)

Jesus sá tað besta í fólki og virkaði fyri at fáa tað fram. Men hann var ikki góðvarin; hann kendi veikleika menniskjans...

Les meira

Hvat so krevst

Orðið hugagóður fevnir um dygdir sum hart arbeiði, reinlyndi, áhaldni og stremban eftir framúr avriki. Ein serfrøðingur sigur: "Skal verk títt eydnast...

Les meira

Lærið at vera skynsom

Vilt tú staðfesta okkurt uttan at fáa tær óvinir, er gott at vera varin. Roynir tú at vinna onkran, eru tveir lutir, sum tú fyrst skalt vera greiður yvir:

Les meira

Tryggur í Guds nærveru

Um tú ikki brúkar tíð saman við Gudi, fert tú altíð at hava eina djúpari kenslu av óvissu. Summi fólk geva okkum kensluna av tryggleika,..

Les meira