ANDALIGAr GREINAR

Hvussu uppliva vit Guds náði

"Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara ..." 1. Kor. 1,3

Fleiri av brøvunum hjá Paulusi byrja við orðunum: "Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!" Tað er, tí vit kunnu ikki uppliva Guds frið, uttan so at vit vita, hvussu vit skulu taka ímóti náði hansara og liva í henni. Viðvíkjandi Guds náði er neyðugt at skilja tríggjar lutir: a) Tú kanst einki gera fyri at hava uppiborið náðina; b) náðin er tað, Gud ger fyri teg, sum tú ikki kanst gera sjálvur; c) tú kanst ikki taka ímóti, fyrr enn tú gevst at stríðast og royna alt í egnari megi. Bíblian sigur: ""Gud stendur hinum stoltu ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði." (Ják. 4,6).

"Tey eyðmjúku" eru tey, sum viðganga, at tey hava eingi evni til at standa seg væl uttan Guds hjálp, men "hini stoltu" royna altíð at taka allan heiðurin sjálv. Tey vilja fegin halda, at arbeiðið verður gjørt av teirra avrikum, so tey hava ilt við at biðja Gud um náði og uppaftur truplari við at taka ímóti henni. Pætur skrivar: "... vaksið í náði ..." (2. Pæt. 3,18) Tú lærir bara at líta á Gud – við at gera tað! Tú veksur í náðini við at taka Gud upp á orðið, við at rokna við, at hann fyllir tørv tín hvønn dag, og at hann tekur við í hvørji støðu, sum er ov trupul ella ógjørlig hjá tær at megna. Ikki ein einasti dagur kemur, tá tú ikki hevur tørv á náði Guds. Og um tú ert fúsur at viðganga tað og taka ímóti náðini í trúgv, verður eingin endi á henni. "Av fylling Hansara hava vit øll fingið, og tað náði yvir náði." (Jóh. 1,16)


"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira