ANDALIGAr GREINAR

Jarðbundnar væntanir (1)

"... Hann visti sjálvur, hvat í menniskjuni var." Jóh. 2,25

Jesus sá tað besta í fólki og virkaði fyri at fáa tað fram. Men hann var ikki góðvarin; hann kendi veikleika menniskjans. Um onkur gjørdi hann vónsviknan, svaraði hann ikki aftur við vreiði ella við at halda seg frá teimum. Hvat gjørdi hann so? "Meðan Hann nú var í Jerúsalem um páskirnar, á høgtíðini, trúðu mong á navn Hansara, táið tey sóu tekin Hansara, sum Hann gjørdi. Men Jesus sjálvur leit Seg ikki til teirra, tí Hann kendi øll, og tí Honum nýttist ikki, at nakar skuldi vitna um menniskjuna; Hann vitsti sjálvur, hvat í menniskjuni var." (Jóh. 2,23-25) Jesus royndi alla tíðina at lyfta fólk upp á hægri stig, men hann visti væl, at sjálvt tað besta hjá teimum var ikki fullkomið. Tað eigur tú eisini at skilja viðvíkjandi teimum, tú elskar, og tú eigur at vera ímóti teimum sambært hesum. Fullkomnu viðurskiftini, fullkomna starvið, fullkomna samkoman og fullkomna grannalagið finnast ikki! Tað veit Gud, og hann gav okkum meginreglur at halda okkum til, tá ið vit gerast vónsvikin av menniskjum: "Berið hvør annars byrðar, og uppfyllið soleiðis lóg Kristusar!" (Gal. 6,2) So spyrt tú kanska: Hvat er lóg Kristusar? Jesus segði: "Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan." (Jóh. 13,34) Skalt tú elska, sum Jesus gjørdi, mást tú elska uttan treytir ella noyðslu. Lættari er at tosa um, hvussu vit skulu fara við ótolandi fólkum, vit kenna, enn at gera tað. Men Harrin gevur tær ongantíð boð um at gera nakað, sum hann ikki eisini fer at geva tær náði til at fremja. Og tað stóra við tí er, at meðan tú fremur boð hansara, fert tú at líkjast honum meir og meir.

"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira