"... Hann visti sjálvur, hvat í menniskjuni var" Jóh. 2,25
Tú skalt læra at hava jarðbundnar væntanir á trimum økjum: 1) Tú skalt hava jarðbundnar væntanir til tín sjálvs. Útinnir tú ikki verk títt væl, fert tú aloftast at kenna teg illa. Tann kenslan kann lættliga seta gongd á endaleysa røð av royndum at rætta seg eftir onkrum, tú ikki røkkur eftir, í vónini um at prógva nakað, sum tú av røttum als ikki eigur at prógva. Tú heldur, tú skalt vera førur fyri at gera tað sama sum onnur, hóast tú ikki hevur somu evni og ikki kanst gera vart við teg við evnum, tú ikki hevur. Tú hevur ikki fyri neyðini at prógva nakað! Lýð bara Gud og lat hann taka sær av tínum umdømi. Tað svitast ikki, at tú gerst vónbrotin, um tú ímyndar tær, at tú kanst skara framúr við onkrum, sum er uttan fyri tíni evni og títt kall. 2) Tú skalt hava jarðbundnar væntanir um tíni viðurskifti við onnur fólk. Tú verður bara vónsvikin í lívinum, um tú heldur, at tú hevur ábyrgd av eydnuni hjá øðrum, ella at tey hava ábyrgd av tínari. Abraham Lincoln segði: "Fólk flest eru á leið so eydnurík, sum tey gera av at vera." Um fólk ikki hava røttu lívsáskoðan, kunnu hvørki tú ella hundrað onnur, sum líkjast tær, gera tey eydnurík. 3) Tú skalt hava jarðbundnar væntanir um tilveruna. Jesus segði: "... Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!" (Jóh. 16,33) So leingi tú livir í hesum heiminum, fert tú at møta trupulleikum. Eingin sleppur undan. Men óttast ikki; Harrin hevur tamarhald á øllum. Lær bara at vera jarðbundin. Tú sleppur ongantíð undan at taka tær av keðiligum umstøðum, treiskum trupulleikum og truplum menniskjum. Men tað er tín atburður (ikki teirra), sum ger av, um tú kanst njóta lívið ella ikki.
"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira