ANDALIGAr GREINAR

Kærleiki – við ongum treytum

"... livið í kærleika, eins og Kristus elskaði okkum og gav Seg sjálvan fyri okkum ..." Ef. 5,1–2


Í USA síggjast av og á bilar við teksti á kúfangaranum, sum sigur, at barnið hjá eigaranum er "heiðursstudentur" á ávísum skúla. Og hóast vit øll njóta, at børnum okkara gongst væl, kunnu tvinnanda trupulleikar standast av hesum.

Í fyrsta umfari kann tað fáa onnur foreldur at ilskast, sum eiga børn, ið mugu stríðast ella eru minni evnagóð. Ein mamma setti hetta á kúfangaran: "Mítt barn er ført fyri at buka tín heiðursstudent."

Í øðrum umfari kann trupulleiki standast av, at stoltleikin hjá familjuni liggur á herðunum á einum óbúnum barni. Barn títt er ikki myndað til at bera tað slagið av trýsti. Tað skal vita, at tað er elskað og góðtikið bara við at vera júst so, sum tað er.

John McKay, ein stórur fótbóltsvenjari á The University of Southern California, átti ein son, sum var sera evnaríkur fótbóltssælari á universitetsliðnum. Tá ið eitt miðlafólk bað Coach McKay siga frá, hvussu errin hann var um úrslitini hjá soninum, segði hann: "Jú, eg frøist um góðu úrslitini hjá John Jr. í ár. Hann er dugnaligur, og eg eri errin av honum. Men eg hevði verið líka errin, um hann so ongantíð hevði spælt fótbólt yvirhøvur."

Framúrskarandi svar! Sonurin hevði ikki mist virðingina hjá pápanum, um næsta árið fór at bera mistøk og vónbrot við sær, tí hansara pláss í hjartanum á pápanum var trygt og ikki treytað av tí, hann kundi vísa fram. Tað er hetta slagið av kærleika, børn tíni hava brúk fyri frá tær.

"... livið í kærleika, eins og Kristus elskaði okkum". Kristi kærleiki er ikki treytaður av avrikum; hann er treytaleysur, ósvitandi og endaleysur. Tað eigur tín eisini at vera!

... et Ord til Dagen 6. februar 2020
(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira