"... eg rokni alt fyri tap móti tí ..." Fil. 3,8
Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við. Og tann prísurin skal ikki gjaldast bara eina ferð, men alt lívið. Fyrst er tað beinleiðis kostnaðurin. Tú mást bera persónlig og onkuntíð pínufull offur. Kanska skalt tú venda dragandi møguleikum og dýrabørum sambondum bakið, tí at tey ikki hóska inn í Guds ætlan fyri lívi tínum. Bara Gud kann geva tær tað mót og ta náði, sum krevst til at kunna sleppa tí, ið hevur givið tær trygd og samleika. Paulus skuldi fara frá eini 100 prosent jødiskari familju av gomlu ætt Benjamins, av flokkinum hjá Farisearunum (Fil. 3,5).
Paulus var einaferð ríkur og virdur. Lærd fólk halda í dag, at tá Paulus gav Kristusi lív sítt, mettu vinfólk og skyldfólk hann sum deyðan fyri teimum í allari framtíð, og tey hildu jarðarferð fyri honum. Kall Paulusar var at fáa evangeliið til Asia og skriva helmingin av Nýggja Testamenti. Men stórar uppgávur krevja stór offur. Og Paulus var ikki tann einasti. Móses trúði Gudi. Við trúgv noktaði hann, "... táið hann var tilkomin, at kallast dóttursonur Farao. Hann valdi fyrr at líða ilt við fólki Guds enn at hava stutta njóting av synd. Hann roknaði vanæru Kristusar at vera størri ríkidømi enn skattir Egyptalands – tí hann hugdi fram móti lønini." (Hebr. 11,24-26) Nú er spurningurin: Hevur Gud givið tær ein dreym? Hevur tú gjørt tær greitt, hvør kostnaðurin verður, og ert tú fúsur at rinda hann?
"... et ord til dagen" fra UCB - Erla Berghamar týddi
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira