"Eg havi arbeitt ... fingið fleiri sløg, verið ... í fangahúsi" 2. Kor. 11,2
So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava. Har er bara tann bági, at vit vilja ikki gjalda tann kostnað, tey rindaðu frá byrjan og halda á at rinda hvønn dag. Paulus gevur okkum nágreiniliga lýsing av sannleikanum aftan fyri framgongdina: "Eg havi arbeitt meir, eg havi fingið fleiri sløg, verið oftari í fangahúsi, mangan í deyðavanda. Av Jødunum havi eg fimm ferðir fingið fjøruti sløg, frároknað eitt. Tríggjar ferðir eri eg húðflongdur, eina ferð steinaður; tríggjar ferðir havi eg verið fyri skipbroti, eitt samdøgur havi eg verið í sjónum. Nógv havi eg ferðast; eg havi verið í vanda av áum, í vanda millum ránsmenn, í vanda av fólki mínum, í vanda av heidningum, í vanda í býi, í vanda í oyðimørk, í vanda á sjógvi, í vanda millum falskar brøður, í strevi og møði, mangan í náttarvøku, í hungri og tosta, mangan í føstu, kaldur og nakin. Aftrat øllum hesum havi eg tað, sum hvønn dag ger mær ófrið: Umsorganina fyri øllum samkomunum." (2. Kor. 11,23-28)
Flestu okkara hava eina veika hóming av, at vit ein dag skulu ofra okkurt; men kanska skal prísurin gjaldast fyrr, enn vit halda. Vænta vit ikki tað, gerast mong okkara mótfallin. Summi okkara leggja fyribils dreymarnar til viks. Onnur hava púra slept teimum. Tú mást seta tær henda spurningin: "Hvat fari eg um 25 ár at ynskja, at eg hevði gjørt í dag?" Tað er kostnaðurin av einum gudgivnum dreymi.
"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira