ANDALIGAr GREINAR

KOSTNAÐURIN AV GUDGIVNUM DREYMI (3)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum: Ein starvsleið, tey sleptu, ein møguleiki, tey ikki loftaðu, viðskifti við onkran, tey lótu følna og doyggja. Tíggjutals ár seinni koma tey aftur og hugsa djúpari um tað. Tey kunnu á ongan hátt uppfylla dreymin nú. Hjá øðrum er gjørligt at uppfylla dreymin, men tað kostar dýrt. Dr. John Maxwell skrivar í bókini Put Your Dream to the Test: "At fylgja einum dreymi er sum at klintra í fjøllunum. Vit koma ongantíð upp á tindin, um vit hava ov nógv at bera.

Fyri hvørja høvd, vit taka okkum niðan á, mugu vit gera av: Skulu vit taka meir við, leggja okkurt frá okkum, sum ikki ger tað lættari, skifta okkurt út ella gevast at klintra? Flestu okkara taka ov nógv við ... tá køn fólk klintra í fjøllum, leggja tey útgerðina ella skifta hana út fyri at sleppa longri upp ... Tað fer áhaldandi at kosta at røkka einum dreymi. Ferðin heldur bara fram, um tú heldur á at gjalda prísin. Jú hægri upp tú ætlar tær, jú meira mást tú sleppa. Tess størri prís tú rindar, tess størri verður frøin, tá tú at enda sært dreymin ganga út." Onkur hevur sagt, at arbeiði við ongari víðsjón er trælaarbeiði. Víðsjón við ongum arbeiði er dagdreymur. Men arbeiði við víðsjón er leiðin fram til úrslit og sigur.

"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira