"... eg eri vorðin øllum alt, fyri, ið hvussu er, at frelsa nøkur!" 1. Kor. 9,22
Vilt tú staðfesta okkurt uttan at fáa tær óvinir, er gott at vera varin. Roynir tú at vinna onkran, eru tveir lutir, sum tú fyrst skalt vera greiður yvir:
a) At tú skilur tey;
b) At tú góðkennir ymiskleika.
Paulus skrivar: "... fyri at vinna tey ... Hinum veiku eri eg vorðin veikur – fyri at vinna hini veiku ..." (1. Kor. 9,21-22)
Paulus veik ikki ein tumma frá sannleikanum, men framferðarháttur hansara var altíð borin av kærleika. Boðskapur hansara var altíð tann sami, um hann so tosaði við jødar, grikkar ella villar heidningar. Til teirra, sum vildu skilja onnur burturfrá við at vísa til tað gudfrøðiliga, skrivaði Paulus: "Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi." (Gal. 3,28)
At hugsa sær: Tá ið tey heilagu úr øllum øldunum savnast kring trónu Guds at lovsyngja honum, so eru tey ikki bara úr ymsum heimspørtum og mentanum, men eisini úr ymsum tíðarskeiðum – frá allarfyrstu samkomunum til rúmdarøldina. Tann konsert, ið tá verður! Men tú fert ikki at njóta tað, um tú ert so avmarkaður, at tú bara dugir ein sang, tí ikki er vist, at tey fara at syngja júst hann haruppi.
Summi av Guds útvaldu vóru úr øðrvísi mentan. Móses, ein ísraelsmaður, sum vaks upp í egyptiskum heimi, har hann varð fyrireikaður til lagnu sína, og so Pætur, sum var vísur í, at Gud bara signaði jødar, til Gud rættleiddi hann við at siga: "Tað, sum Gud hevur reinsað, mást tú ikki kalla vanheilagt!" (Áp. 10,15) Tey boðini skilti Pætur eftir øllum at døma, tí seinni skrivaði hann: "... Eftir at hava reinsað sálir tykkara í lýdni fyri sannleikanum ... havið brennandi kærleika hvør til annan av reinum hjarta ..." (1. Pæt. 1,22)
Verið varin og siðilig!
"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira