ANDALIGAr GREINAR

Lat Gud siga tær, hvør tú ert!

"... móðir hansara gav honum navnið Jabez ..." 1. Krøn. 4,9

Navnið Jabez merkir "pína og strev". Kanst tú ímynda tær at koma inn onkustaðni og hoyra fólk siga: "Har kemur strævni", ella at onkur lýsir teg sum "eina pínu"? Og tað, sum meira er – mamma Jabez setti hetta spjaldrið á hann, tá ið hann varð føddur, tí "Tað var mær svárt at eiga hann," segði hon.

Men Jabez sýtti fyri at bera hetta spjaldrið ella at lata navnið lýsa seg. Í staðin fyri at hyggja aftur á fortíðina og lurta eftir atfinningunum vendi hann sær til Gud og segði: "Á, hevði Tú viljað signað meg og rúmkað landamark míni, latið hond Tína verið við mær og latið tað verið so, at eingin vanlukka kom, og eg slapp frá øllum, ið svárt er!" Og Gud gav honum tað, hann bað um (vers 10).

Tað spjaldrið, sum situr á eini fløsku, lýsir tað, sum í fløskuni er. Og um tú loyvir øðrum at seta spjøldur á teg, grettir ikki, at tað avmarkar tín heim. Og um tú fert at góðtaka tað spjaldrið, tey seta á teg, fert tú at trúgva, at tað lýsir, hvør tú ert, og at tú ongantíð fert at røkka hægri enn tað. Nei, tað er BARA GUD, sum kann siga tær, hvør tú ert!

So ger, sum Jabez gjørdi – far beinleiðis til kelduna: Gud. Hann skapti teg. Hann frelsti teg. Hann kallar teg. Hann ger teg út. Hann gevur tær styrki. Hann lønir tær. So tá ið onnur royna at seta spjøldur á teg, stígur Gud fram og sigur: "... Óttast ikki! Eg havi frelst teg, Eg havi kallað teg við navni, tú ert Mín!" (Es. 43,1)

Sannleikin er tann, at Gud elskar teg og góðtekur teg, og at hansara viðurkenning er oman fyri misnøgdina hjá øllum øðrum!

Úr "... et Ord til Dagen" 13. november 2019
(Erla Berghamar umsetti)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira