"... og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi ..." (2. Kor. 10,5)
Hvussu syrgir Gud fyri okkum? Ein dag í senn.
Minnist tú ísraelsfólk í oyðimørkini? Trúfast gav Gud teimum mat hvønn dag við at senda manna av Himli. Men summi teirra vildu vera vís í, at tey høvdu nóg mikið til dagin eftir, og avdúkaðu við at sanka meir, at tey høvdu ikki álit á Gudi. Men Gud loyvdi bara, at tey sankaðu nóg mikið til tann dagin; sankaðu tey meir, rotnaði tað, ið av leyp. Gud vil hava, at tú gevur honum stúranirnar fyri morgindegnum, tí tær eru ov stórar hjá tær at bera.
Tú fært bara náði til í dag, so ver tú í løtuni.
Verður tú plágaður av "hvat nú, um ..."? Hvat nú, um eg fái mein ella sjúku, ella um uppsagnir koma, so eg missi arbeiðið? Hvat nú, um fólki ikki dámar meg, og um tey ikki fara at góðtaka meg?
Hvat nú, um eg ikki finni nakran, sum fer at elska meg, so eg endi í einsemi? Hvat nú, um eg ikki hoyri frá Gudi og mistaki meg stórliga?
Bíblian kallar hetta "tankabygningar" – tú ímyndar tær bókstavliga tað ringast hugsandi. Paulus sigur: "Brót teir niður," tí gert tú ikki tað, fert tú at liva í ótta fyri tí, sum ikki hevur hent – og helst ongantíð fer at henda. Hvat nú, um tú "roknar alt út", og Gud so tekur teg á bóli við at gera okkurt heilt annað og betri?
So hevur tú spilt tíðina burtur. Hevur tú ikki longu spilt nóg nógva tíð burtur við stúranum? Hoyr her: Hví ikki bara spenna frá í nýggja árinum og lata Gud vera Gud í tíni tilveru?
Úr "... et Ord til Dagen"
(Erla Berghamar týddi)
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira