ANDALIGAr GREINAR

Liv eftir sannføringum tínum (1)

" Dániel setti sær fyri, at hann skuldi ikki gera seg óreinan ..." Dán. 1,8

Bíblian sigur, at " Dániel setti sær fyri, at hann skuldi ikki gera seg óreinan við mati kongsins ella við víninum, ið hann drakk ..." Hesin serligi maturin og vínið varð ofrað heidnum gudum sum ein tilbiðjan, og tað kundi Dániel ikki góðtaka. Hann varð biðin um at gera ímóti síni sannføring, og tað vildi hann ikki!

Daniel hevði góðar grundir, um hann valdi at játta. Hann var langt burtur heimanífrá og kundi gera, sum hann vildi. Eingin har heima fór nakrantíð at frætta tað. Harumframt fór hann at gera kongin firtnan, um hann ikki vildi eta hetta – og tað var ikki gott fyri yrkisleiðina!

Dániel visti, at Guds Orð var greitt viðvíkjandi avgudadyrkan, og Gud signaði hann fyri tað. Endin varð, at hann bleiv vardur, varðveittur, framfluttur og fekk framgongd á óhugsandi hátt. Hansara meginregla var: "Tá ið Gud sigur ja, sigi eg ja. Og tá ið Gud sigur nei, sigi eg nei." Og hann hevði grundlagt sínar sannføringar, áðrenn hann kom til Babylon.

Spurningur: Hevur tú gjørt av, hvat tínar grundleggjandi sannføringar eru? Hevur tú brúkt góðu tíðirnar til at gera av, hvat tú vilt og ikki vilt gera í ringu tíðunum?

Um ikki, so eigur tú at gera tað. Vinmenninir hjá Dániel høvdu helst sagt við hann: "Eingin fer at frætta tað." Men hansara hugsan var: "Gud fer at vita tað, og tað fari eg eisini. Eg eri ikki noyddur til at liva við tær, men eg eri noyddur til at liva við mær sjálvum."

Tankar og fyrimyndir tínar skulu altíð vera opin fyri at broyta og bøta um, men grundleggjandi sannføringarnar skal ikki bera til at tingast um!

So liv eftir sannføring tíni!

Úr "... et Ord til Dagen" 28. mars 2020

(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira