ANDALIGAr GREINAR

Røtur og veingir (1)

"Tí fer maðurin frá faðir og móður ..." 1. Mós. 2,24

Tá tú sært børn tíni vera før fyri at fara frá tær og sjálv fáa sær eina góða tilveru, kanst tú vera vísur í, at lutur tín sum pápi ella mamma hevur eydnast. Tú fert ikki at sleppa teimum, men ein tíð kemur, tá ið neyðugt er hjá teimum at sleppa "skjúrtinum hjá mammu" og fáa høvi til at stenda á egnum beinum. Minst til, at tey børnini, tú uppalir nú, hoyrdu Gudi til, langt áðrenn tey hoyrdu tær til. "HARRANUM hoyrir jørðin til ... og tey, ið har búgva." (Sálm. 24,1) Tú ert lærari, ikki eigari, og møguleikar tínir at læra tey upp eru sera ódrúgvir. Børn tíni eru fødd til at fara frá tær, ikki til at verða verandi hjá tær. Tú hevur ikki tamarhald á teirra likamliga tikkandi klokku. Tín uppgáva er at fyrireika tey til at verða skild frá tær. Latið okkum næstu dagarnar tosa um at geva børnunum røtur og veingir.

"Røtur". Røturnar mugu hava tað gott, áðrenn fruktin kann mennast. Góðar røtur krevja góðan jarðbotn, rætta taðing og verjandi plantur. Røturnar krevja eisini dygt og trygt festi í jørðini. Tvey sløg av familjum eru. Annað slagið veitir "ótrygt samband við jørðina". Viðurskiftini millum foreldur og børn eru ógreið, mótstríðandi, líkasæl ella kanska enntá gáloysin, og hetta fær børn at kenna seg kensluliga óvard, ótrygg um tey eru ynskt og elskað, hóast tey hava øgiligan tørv á báðum hesum. Teimum børnunum vantar álit, sjálvsvirði, kensluliga styrki og mót til at vága nakað. Hin familjan hevur "trygt jarðarfesti". Viðurskiftini milllum foreldur og børn sæst skilliga sum sterkt og trygt og verður støðugt styrkt. Sjálvt tá neyðugt er at vera burtur frá teimum kenna børnini seg vard og trygt sambundin við foreldrini. Slík børn verða andaliga, sosialt og kensluliga skikkað við sjálvsvirði og tí dirvi, sum krevst til at megna tær avbjóðingar, teimum møta á lívsleiðini.

"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira