ANDALIGAr GREINAR

Røtur og veingir (2)

"Tí fer maðurin frá faðir og móður ..." 1. Mós. 2,24

Á ferðini frá ungdómstíð til vaksnamannalív fer barn títt at uppliva óvissu, sjálvmótsøgn og svingandi huglag. Tey fara at senda mótstríðandi tekin: Tørv á nærleika og kortini fráleika; tilknýti og kortini sjálvstøðu – alt í senn. Tey draga teg at sær við aðrari hondini og trýsta teg frá sær við hinari. Tú skalt vita, at børnum tínum framvegis tørvar at merkja trygga sambandið við teg, hóast tey draga seg undan tær. Tú mást vísa búnaskap, tá tey skumpa teg frá sær, og vita, at tað er ikki persónligt; tað er bara tann møguleikin, tey hava, at gerast sjálvstøðug vaksin. Minuttir, tímar ella dagar seinni eru tey aftur børn, sum fegin vilja vera nær.

Tað er styrkiroyndin, sum foreldur hjá hálvvaksnum mugu standa seg í, og hon fer at loysa seg á rættan hátt, um tú megnar hana við fatan. Varðveit fram um alt tamarhaldið, um tú verður særdur og óður. "Og tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði ..." (Ef. 6,4) Ringasta úrslitið av javnan at hava samanbrestir við børn tíni er, at tey verða mótleys í longri tíð. Langt eftir klandur og skeld kunnu børnini missa mótið og kenna seg kryplað í sálini. "... Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!" (Kol. 3,21) Í summum førum geva børnini púra upp. Í vesturlendskum mentanum halda genturnar fast í bandinum til foreldrini longur enn dreingirnir, tær slíta seg vanliga seinni leysar og ikki so endaliga. Dreingir hava lyndi til at slíta seg leysar fyrr og longur. Sýtir tú syni ella dóttur tíni gudgivna tørvin á at fáa alsamt størri rásarúm, verður sundurskiljingin fyrr og varir longur. Ver vísur, gev alsamt meiri út, so læra tey at gerast vaksin og halda tættari samband.

"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira