"Tí fer maðurin frá faðir og móður ..." 1. Mós. 2,24
"Veingir" eru hin gávan, tú mást geva børnum tínum. Tey eru fødd til at flúgva, ikki verða verandi í reiðrinum. Verjir tú tey ov væl og knúskar tey sum ábyrgdarfull foreldur, endar tú við at missa tey. Jesus segði, at børn eru skapt til at fara úr heiminum og seta føtur undir egið borð. Frælsistrongd teirra er gáva frá Gudi, ikki tekin um ótakksemi, vantandi virðing ella uppreistur. Ein góður timburmaður arbeiðir við árringunum í trænum, ikki ímóti teimum. Hvat fært tú so gjørt? Áðrenn barn títt krevur umfatandi sjálvbjargni, mást tú læra tað, at sjálvbjargni skal viðfarast vísiliga. Loyv teimum at vísa, at tey eru til reiðar, og víðka um rætt teirra til sjálv at taka avgerðir so við og við, sum tey vísa seg at hava uppiborið álit títt. Lat tey vita, at eydna arvast ikki her í lívinum, men at tey skulu hava uppiborið hana.
Ver lagaligur, men tak ábyrgd. Lat barn títt vita, at tað eigur ikki rættindi sum at koyra bil, avtala stevnumøti og at brúka pening – tað skal fyrst vísa, at hetta er uppiborið. Hjálp teimum at síggja, hvussu tey fáa størri rásarúm ella missa tað, tey hava, og hvussu tey kunnu hava uppiborið at fáa tað aftur. Gev teimum ábyrgd av egnum frælsi við at lata tey vita, at tað er ikki ein rættur ella ein gáva, men løn fyri at hava sýnt búnaskap. Ein bøga skumpar ikki ungan úr reiðrinum, fyrr enn hon veit, at hann er til reiðar at flúgva. Frælsisgávan til eitt ófyrireikað barn er ikki "veingir"; tað er at bjóða vanlukkuni inn! Tú skalt ikki ganga við til sjálvstøðu, fyrr enn tað er prógvað, at tey megna avtalaðu sjálvstøðuna.
"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi
”Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar ...” 2. Tim 1,7 - At vinna á óttanum ...
Les meiraTú fert ongantíð at skilja boðskap krossins ella at fáa vinningin av tí frelsu, sum fæst av krossinum, uttan at tú fyrst boyggir knøini við krossin..
Les meiraTá ið tú lýsir okkurt sum "ómøguligt", henda hesi trý tingini....
Les meiraHvussu syrgir Gud fyri okkum? Ein dag í senn. Minnist tú ísraelsfólk í oyðimørkini?
Les meiraDániel varð noyddur til at gera av, um hann vildi vera ein, sum lagar seg, ....
Les meiraBíblian sigur, at " Dániel setti sær fyri, at hann skuldi ikki gera seg óreinan við mati kongsins ella við víninum, ið hann drakk ..."
Les meiraÍ USA síggjast av og á bilar við teksti á kúfangaranum, sum sigur, at barnið hjá eigaranum er "heiðursstudentur" á ávísum skúla.
Les meiraTú kanst sýna besta "pokerandlitið" fram í royndini at sannføra onnur um, at tað gongst betur, enn tað ger, men innast inni kennir tú sjálvur tey økini, har tú oftast verður freistaður..
Les meira"Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Les meiraHar sum tú býrt, har er heim títt ella bústaður tín. Tá ið tú prísar Gudi, sigur tú: "Kenn teg heima her, Harri."
Les meira