"Tí fer maðurin frá faðir og móður ..." 1. Mós. 2,24
Góð uppaling krevur, at rætti hátturin verður funnin til hvørt barnið at gerast sjálvstøðugt. Summi taka seg aftur fyrr enn onnur; summi byrja spakuliga, onnur leypa álitsfult út á djúpt. Her kunnu vit ikki tosa um "góð" ella "vánalig" børn; tey eru bara meir og minni avbjóðandi. Sum uppalari finnur tú gjøgnum royndir og mistøk fram til, hvat er gott fyri teg og barn títt. Atfinningar, stýring, revsing, prædikur, "skamma teg" og so framvegis nytta einki og eru tekin um, at tú hevur mist takið. Slíkt fer bara at styrkja trongdina hjá børnunum at flýggja ella fáa tey at kenna seg óviss í, um nakar í roynd og veru stendur við róðrið. Tú skalt ikki sýna betrivitandi, samkennandi ella niðurlátandi atferð mótvegis barni tínum. Tað er troyttandi fyri báðar partar og virkar ikki serliga væl.
Børn vita væl, at tey eru ikki fullkomin – og at tú heldur ikki ert. Tú skalt ikki óttast fyri at siga: "Eg eri í ferð við at læra, hvussu uppvaksandi børn verða uppald, eins og tú ert í ferð við at læra, hvussu tað er at vera eitt barn, sum búnast til at liva sum vaksið fólk. Eg havi brúk fyri hjálp til at loysa ta uppgávuna, til at finna fram til, hvat riggar væl fyri okkum bæði, og til at styðja teg í eisini at megna tín part væl.
Vilt tú, at vit læra í felag og saman virka fyri, at úrslitið verður gott?" Eru vit erlig á henda hátt, krevur tað positivt svar. Tað verður eisini ein góð fyrimynd av eyðmjúkleika og samstarvi. Tað er sum í ítróttarheiminum, har liðskipari og leikarar á einum fótbóltsliði saman hava sum mál at vinna í felag og læra at gerast betri, ikki kappast innanhýsis og stýra hvør øðrum. Sigur ella ósigur hjá familjuni snýr seg burturav um at læra og mennast!
"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi
"Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðirin hann, og honum tykti hjartaliga synd í honum; hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann."
Les meiraHevur tú nakrantíð eygleitt fólk, sum fingust við styrkivenjing? Tey verða alsamt sterkari fyri hvønn dag, alt meðan tey stríðast við alsamt tyngri vektir.
Les meiraTey átrúnaðarligu á Jesu døgum dugdu illa at fata Gud sum Faðir. Harra, kong, dómara skiltu tey – ikki Faðir.
Les meiraLovsangur er eitt vápn so kraftmikið, at tað kann venda bardagan til tín fyrimun.
Les meiraCharlie Jones sigur søguna um ein mann, sum droymdi, at hann hevði arvað 1 millión dollarar.
Les meiraBøn virkar ímóti strongd. Jesus byrjaði dagin við bøn. Hann steðgaði ofta á gjøgnum dagin at biðja, og hann endaði hvønn dag við bøn.
Les meiraHesa tíðina, tá ið stundar til jóla, hoyra vit á hvørjum ári hesi signaðu og nógv sigandi orðini: Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!
Les meira"... Hann visti sjálvur, hvat í menniskjuni var" Jóh. 2,25. - Tú skalt læra at hava jarðbundnar væntanir á trimum økjum...
Les meiraJesus sá tað besta í fólki og virkaði fyri at fáa tað fram. Men hann var ikki góðvarin; hann kendi veikleika menniskjans...
Les meiraOrðið hugagóður fevnir um dygdir sum hart arbeiði, reinlyndi, áhaldni og stremban eftir framúr avriki. Ein serfrøðingur sigur: "Skal verk títt eydnast...
Les meiraVilt tú staðfesta okkurt uttan at fáa tær óvinir, er gott at vera varin. Roynir tú at vinna onkran, eru tveir lutir, sum tú fyrst skalt vera greiður yvir:
Les meiraUm tú ikki brúkar tíð saman við Gudi, fert tú altíð at hava eina djúpari kenslu av óvissu. Summi fólk geva okkum kensluna av tryggleika,..
Les meira