"Soleiðis skulu teir leggja navn Mítt á Ísraelsmenn, og Eg skal signa teir." 4. Mós. 6,27
Guds orð er á tremur við lívi, vísdómi, sannleika, kraft og møguleikum at mennast. Tá ið hann skapti heimin, segði hann heilt einfalt: Verði ... Hvørt orð, hann talar, hevur vald at skapa tað, hann sigur. Í hvørjum lyfti, hann gevur, liggur fræið av síni egnu uppfylling. Fræini hava eina fasta "árstíð", tá ið tey bera ávøkst í lívi tínum, og tá ið tey verða vatnað við álitsfullari bøn í trúgv, og tú stendur fast á Orði hansara, meðan tú bíðar eftir røttu tíð hansara – tá kann Orð hansara ikki svíkja.
Tá ið tú skilur henda sannleika, fáa orðini "Gud signi teg" kraft! Tá ið vit siga tey, verður Guds signing loyst út yvir lív okkara. Tá ið tú sigur: "Gud signi teg," tá bakkar Gud teg upp: "teir leggja navn Mítt á Ísraelsmenn, og Eg skal signa teir." So um tú vilt signa tíni kæru, tala so hesi signingarorð við tey: "Harrin signi teg og varðveiti teg! Harrin lati andlit Sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! Harrin lyfti ásjón Sína yvir teg og gevi tær frið!" (vers 24–26).
At spyrja onkran, "Hvussu hevur tú tað?" er fólkaligt og sýnir umsorgan. Og tá ið sagt verður: "Góðan dag" ella "Hav ein góðan dag," munnu fólk meina tað. Men tá ið tú sigur "Gud signi teg" og skilur bíbilska týdningin av hesum orðum, kann Guds signing broyta lívið hjá hesum fólkinum!
Kate Nowak rithøvundur sigur: "Tað átti at verið ein vani, hetta við at signa onnur ... Eg havi sæð og sannroynt, at tað er ein av sterku og praktisku mátunum at binda seg hvør til annan, til heim okkara og til sjálvt lívið ... mest týðandi háttur at leiða okkum til eydnu og at eydnast. Ein signing er ein søt útfrían frá pínu ... ein gamal lykil til eitt væl eydnað og nøktandi lív."
Úr "... et Ord til Dagen" 14. november 2019
(Erla Berghamar týddi)
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira