"Harrin er teimum nær, sum hava sundurbrotið hjarta ..." Sálm. 34,19
Um ein, tú elskar, sorar hjartað og svíkur álit títt, verður tú viðkvæmur. Og fíggindin fer at brúka tað til at royna at fáa teg at gera okkurt av hesum fýra, sum fara at skaða teg uppaftur meira, fáa teg av leið andaliga og taka Guds signing frá tær:
1. Avbyrgja teg, fremmandgera teg og fáa teg at sleppa tær undan øðrum fólkum.
2. Fáa teg at missa álitið á øðrum og hava illgruna til øll, tú hittir.
3. Fáa eina rót av beiskleika at festast, sum fer at ávirka viðurskiftini við familjuna og tey, tú umgongst (Les Hebr. 12,15).
4. Fáa teg at sláa aftur og gjalda ilt við illum (1. Tess 5,15). Ger ikki tað! Halt teg í staðin til Guds orð: "Eg skal venda sorg teirra í gleði og troysta tey og gleða tey eftir sorg teirra." (Jer. 31,13)
"Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið ... at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir ..." (Luk. 4,18)
"Allur beiskleiki, alt illsinni, øll vreiði, allur gangur og øll háðan veri langt frá tykkum, somuleiðis allur óndskapur! Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!" (Ef. 4,31–32)
Hevur onkur sært teg? Fyrigev teimum – og halt á at fyrigeva teimum, til tú ert settur í frælsi í sinninum. Tað má gerast dagliga, og viðhvørt kennist tað sum trý stig fram og tvey aftur. Men um tú festir eygun á Jesus – so fer tað at eydnast.
.
... et Ord til Dagen 25. januar 2020
(Erla Berghamar týddi)
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira