"Varðveit hjarta títt fram um alt ... tí úr tí gongur lívið út!" Orðt. 4,23
Hjartasjúkur eru drepandi, um tær ikki verða funnar og viðgjørdar nóg tíðliga. Tað er satt bæði likamliga og andaliga. Tí sigur Bíblian: "Varðveit hjarta títt fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!" Tað er alla æru vert at vilja síggja so væl út sum gjørligt. Tað kann økja sjálvsálitið og ávirka lívsáskoðan tína. Men tað er stórt mistak at dvølja við útsjóndina og samstundis at gloyma lyndiseyðkennini. Í roynd og veru dømir menniskja hvørt um annað og "... hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum." (1. Sám. 16,7) Tað er her, Bíblian kemur inn. Hon er sum ein spegil; hon vísir tær altíð støðu hjartans. So hvussu er vorðið við hjarta tínum í dag? Hvørjum slagi av hugsanum styttir tú tær stundir við? Skalt tú altíð samanbera og vera óður? Verður tú lætt uppøstur? Tigur tú um tað, tá tú hoyrir slatur, ella sigur tú øðrum tað?
Jesus segði: "Sæl eru hini hjartareinu; tí tey skulu síggja Gud." (Matt. 5,8) Við øðrum orðum: Tá tú fert at síggja við Guds eygum, verða gerðir tínar eftir tí. Er kelduvatnið eitrað, verður tú sjúkur av at drekka tað. Ja, tú kanst eisini doyggja av tí, um tú drekkur nóg mikið. Hvat er meginreglan her? Heilt einfalt hetta: Ikki er nóg mikið at royna at broyta ringu vanarnar; tú mást fara til kjarnan í málinum – sum liggur í støðu hjarta tíns! Tað sá sálmaskaldið, so hann bað: "Gud, skap í mær reint hjarta, og gev av nýggjum støðugan anda innan í mær!" (Sálm. 51,12) Fá skil á hjarta títt, um tú vilt, at Gud skal lata tær gangast væl.
"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira