"Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!" Bræv Jákups 4,7
Hevur tú nakrantíð eygleitt fólk, sum fingust við styrkivenjing? Tey verða alsamt sterkari fyri hvønn dag, alt meðan tey stríðast við alsamt tyngri vektir. Soleiðis skulu vit síggja versið "Men standið Djevulinum ímóti". Satan vil sleppa at gera hesi trý: Stjala, drepa og forkoma. (Jóh. 10,10)
Hvørjum vil hann forkoma? Øllum, sum Gud hevur givið tær. Og har er einki fairplay. Hann brúkar alla vápnagoymsluna til at leypa á sinni títt, heilsuna, hjúnabandið, børn tíni, fíggjarviðurskiftini og lyndið hjá tær. Ert tú so andaliga veikur, fer hann at knúsa teg!
Satan rannsakar teg. Hann veit, hvussu langt tú skalt trýstast fyri at geva upp, og hann trýstir teg heilt út á eggina, so skjótt hann fær ein møguleika. So hvat er at gera? Trýsta afturímóti og halda á at trýsta!
Brúka øll andalig vápn, sum Gud hevur givið tær: bøn, lovprísan, hansara Orð og andaligan felagsskap. Stundin er komin til at venda fíggindans ørvum og til at brúka hann sum tína andaligu venjingarmiðstøð!
Bíblian talar um "... svørð Andans – sum er orð Guds" (Efesus 6,17). Tá ið tú ert fyltur av Guds Anda, fer hann at stríðast í tær, gjøgnum teg og fyri teg. Tá ið tað hendir, verður Satan trýstur hagar, sum hann ikki kann sigra teg á ávísum øki – og hvat ger hann so? Hann loypur á teg á øðrum øki!
Men við sigri eftir sigri mennir tú frímóð og styrki til at sigra hann – eisini á tí økinum. Við nóg nógvari styrkivenjing fert tú at uppliva gleðina við at liva í sannleikanum á hesum undurfulla lyfti: "Og Gud friðarins skal skjótt sora Satan undir fótum tykkara." (Róm. 16,20)
Úr andaktsheftinum "... et Ord til Dagen" 11. november 2019
(Erla Berghamar týddi)
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira