"Tú hin Heilagi, sum situr uppi yvir lovsongum Ísraels." Sálm. 22,4
Har sum tú býrt, har er heim títt ella bústaður tín. Tá ið tú prísar Gudi, sigur tú: "Kenn teg heima her, Harri."
Hvar býr Gud? Hann hevur nógvar ymiskar bústaðir, og ein teirra er lovsangur. Eins og vit njóta djúpan innileika við tey, sum vit búgva saman við heima, birtir lovsangur ein innileika millum Gud og okkum. Eins og orð, ið verða talað í kærleika og viðurkenning, draga tvey saman, draga lovsangsorðini teg tættari at Gudi.
Nýggja enska King James bíblian sigur: "Tú ert heilagur og trónar á Ísraels prísi." Hygg at orðinum trónar. Japanarar hava ein serligan hátt at umseta hetta. Teir minnast, hvussu keisari teirra einaferð varð borin á trónu, og fólk rundanum steðgaðu upp og boygdu seg til jarðar. Teir siga: "Tá ið vit tilbiðja Gud, skapa vit eina trónu, og hann kemur niður og setur seg á hana."
Fimm ferðir í tveimum bíbliuversum á rað fáa vit boð um at syngja fyri Gudi. "Syngið, ja, syngið fyri Gudi, syngið, ja, syngið fyri kongi okkara! Tí Gud er kongur yvir allari jørðini - syngið song fyri Gudi!" (Sálm. 47,7-8)
Tá ið Gud letur tað sama verða tikið uppaftur fimm ferðir í tveimum versum, er tað, tí hann vil vera vísur í, at tú fært boðini. Tú sigur kanska: "Men eg havi ikki ein tóna skaptan." Lurta eftir eini lovsangsfløgu, finn onkran lovsang á telefonini og murra og syng við.
Sálmaskrivarin sigur: "Tí náði Tín er betri enn lívið; varrar mínar prísa Tær. Soleiðis skal eg lova Tær, so leingi sum eg livi, í navni Tínum skal eg lyfta upp hendur mínar." (Sálm. 63,4-5)
"et ... Ord til Dagen" 30. januar 2020
(Erla Berghamar týddi)
”Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar ...” 2. Tim 1,7 - At vinna á óttanum ...
Les meiraTú fert ongantíð at skilja boðskap krossins ella at fáa vinningin av tí frelsu, sum fæst av krossinum, uttan at tú fyrst boyggir knøini við krossin..
Les meiraTá ið tú lýsir okkurt sum "ómøguligt", henda hesi trý tingini....
Les meiraHvussu syrgir Gud fyri okkum? Ein dag í senn. Minnist tú ísraelsfólk í oyðimørkini?
Les meiraDániel varð noyddur til at gera av, um hann vildi vera ein, sum lagar seg, ....
Les meiraBíblian sigur, at " Dániel setti sær fyri, at hann skuldi ikki gera seg óreinan við mati kongsins ella við víninum, ið hann drakk ..."
Les meiraÍ USA síggjast av og á bilar við teksti á kúfangaranum, sum sigur, at barnið hjá eigaranum er "heiðursstudentur" á ávísum skúla.
Les meiraTú kanst sýna besta "pokerandlitið" fram í royndini at sannføra onnur um, at tað gongst betur, enn tað ger, men innast inni kennir tú sjálvur tey økini, har tú oftast verður freistaður..
Les meira"Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Les meiraHar sum tú býrt, har er heim títt ella bústaður tín. Tá ið tú prísar Gudi, sigur tú: "Kenn teg heima her, Harri."
Les meira