"Gott, tú góði og trúgvi tænari!" Matt. 25,23
Í 1975 segði ein av lægru verkfrøðingunum hjá Hewlett-Packard, Steve Wozniak, sum eingin hevði hoyrt um, vinmanninum Steve Jobs frá síni hugsjón. Hon var um at byggja og selja fólki kring allan heim teldur, sum vóru lættar at brúka. Teir báðir arbeiddu alt samdøgrið við at byggja sína lítlu teldu. Men tá ið teir bjóðaðu Hewlett-Packard hana – einum av heimsins stóru teldufyritøkum – vendu leiðararnir tummilin niður.
So stovnaðu Wozniak og Jobs sjálvir eina fyritøku, sum teir nevndu 'Apple Computers' – og kollveltu telduídnaðin!
Tað er altíð nóg mikið av fólki, sum sigur: "Hatta fer ikki at ganga" ella "Hatta virkar ikki – tað ber ikki til." Tey fólkini hava enntá eitt heiti: 'Dreymatýnarar' – og um tú lurtar eftir teimum, fert tú at geva upp, áðrenn tú ert farin í gongd.
Aftan fyri øll góð úrslit finnur tú vanlig fólk við dreymum, sum eru fús at taka ábyrgd og at vága nakað. Tað eru tey fólkini, sum heysta ágóðan!
Jesus endaði eitt av sínum líknilsum við hesum orðum: "Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!" Far út í trúgv hóast niðurløgini, stríðini og avmarkingarnar. Ver til reiðar at síggja burtur frá nei-sigarunum og brúka tær gávur, sum Gud hevur givið tær; so fer hann at síggja til, at tað eydnast hjá tær.
Úr "... et Ord til Dagen" 29. november 2019
(Erla Berghamar týddi)
"Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðirin hann, og honum tykti hjartaliga synd í honum; hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann."
Les meiraHevur tú nakrantíð eygleitt fólk, sum fingust við styrkivenjing? Tey verða alsamt sterkari fyri hvønn dag, alt meðan tey stríðast við alsamt tyngri vektir.
Les meiraTey átrúnaðarligu á Jesu døgum dugdu illa at fata Gud sum Faðir. Harra, kong, dómara skiltu tey – ikki Faðir.
Les meiraLovsangur er eitt vápn so kraftmikið, at tað kann venda bardagan til tín fyrimun.
Les meiraCharlie Jones sigur søguna um ein mann, sum droymdi, at hann hevði arvað 1 millión dollarar.
Les meiraBøn virkar ímóti strongd. Jesus byrjaði dagin við bøn. Hann steðgaði ofta á gjøgnum dagin at biðja, og hann endaði hvønn dag við bøn.
Les meiraHesa tíðina, tá ið stundar til jóla, hoyra vit á hvørjum ári hesi signaðu og nógv sigandi orðini: Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!
Les meira"... Hann visti sjálvur, hvat í menniskjuni var" Jóh. 2,25. - Tú skalt læra at hava jarðbundnar væntanir á trimum økjum...
Les meiraJesus sá tað besta í fólki og virkaði fyri at fáa tað fram. Men hann var ikki góðvarin; hann kendi veikleika menniskjans...
Les meiraOrðið hugagóður fevnir um dygdir sum hart arbeiði, reinlyndi, áhaldni og stremban eftir framúr avriki. Ein serfrøðingur sigur: "Skal verk títt eydnast...
Les meiraVilt tú staðfesta okkurt uttan at fáa tær óvinir, er gott at vera varin. Roynir tú at vinna onkran, eru tveir lutir, sum tú fyrst skalt vera greiður yvir:
Les meiraUm tú ikki brúkar tíð saman við Gudi, fert tú altíð at hava eina djúpari kenslu av óvissu. Summi fólk geva okkum kensluna av tryggleika,..
Les meira