ANDALIGAr GREINAR

Tak ábyrgd – og vága

"Gott, tú góði og trúgvi tænari!" Matt. 25,23

Í 1975 segði ein av lægru verkfrøðingunum hjá Hewlett-Packard, Steve Wozniak, sum eingin hevði hoyrt um, vinmanninum Steve Jobs frá síni hugsjón. Hon var um at byggja og selja fólki kring allan heim teldur, sum vóru lættar at brúka. Teir báðir arbeiddu alt samdøgrið við at byggja sína lítlu teldu. Men tá ið teir bjóðaðu Hewlett-Packard hana – einum av heimsins stóru teldufyritøkum – vendu leiðararnir tummilin niður.

So stovnaðu Wozniak og Jobs sjálvir eina fyritøku, sum teir nevndu 'Apple Computers' – og kollveltu telduídnaðin!

Tað er altíð nóg mikið av fólki, sum sigur: "Hatta fer ikki at ganga" ella "Hatta virkar ikki – tað ber ikki til." Tey fólkini hava enntá eitt heiti: 'Dreymatýnarar' – og um tú lurtar eftir teimum, fert tú at geva upp, áðrenn tú ert farin í gongd.

Aftan fyri øll góð úrslit finnur tú vanlig fólk við dreymum, sum eru fús at taka ábyrgd og at vága nakað. Tað eru tey fólkini, sum heysta ágóðan!

Jesus endaði eitt av sínum líknilsum við hesum orðum: "Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!" Far út í trúgv hóast niðurløgini, stríðini og avmarkingarnar. Ver til reiðar at síggja burtur frá nei-sigarunum og brúka tær gávur, sum Gud hevur givið tær; so fer hann at síggja til, at tað eydnast hjá tær.

Úr "... et Ord til Dagen" 29. november 2019
(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira