ANDALIGAr GREINAR

Tak heitið "ómøguligt" burtur

"Menniskjum er tað ómøguligt, men ikki Gudi; tí alt er Gudi møguligt." Mark. 10,27

Tá ið tú lýsir okkurt sum "ómøguligt", hendir hetta:


1. Við at geva eftir fyri ótta drepur tú tína egnu trúgv og motivatión.
2. Vandi er fyri, at tú verður nøgdur við minni enn tað, Gud ætlar, at tú skalt hava.
3. Við at útihýsa Gudi úr roknistykkinum skerjir tú teg sjálvan frá størsta valdi í øllum alheiminum.

Tá ið oljuprísirnir stigu til himmals í sjeytiárunum, fingu bilframfleiðararnir boð um at gera bilar, sum brúktu minni brennievni.


Ein framleiðari bað ein bólk av eldru verkfrøðingunum um at seta vektina á bilunum, teir sniðgóvu, helt nógv niður. Teir arbeiddu við trupulleikanum og leitaðu eftir loysnum, men komu at enda til ta niðurstøðu, at ógjørligt var at gera lættari bilar; tað hevði verið ov dýrt og sett trygdina í váða. Hvat var so at gera hjá bilframleiðarunum?


Teir lótu ein bólk av minni royndum verkfrøðingum uppgávuna. Hesir yngru funnu mátar at minka vektina á bilunum hjá fyritøkuni fleiri hundrað kilo. Hví? Tí at teir trúðu tí, at gjørligt var at loysa trupulleikan – og tað var tað eisini.


Hvørja ferð tú tekur spjaldrið "ógjørligt" frá einari uppgávu og sleppir Gudi fram at henni, lyftir tú tínar møguleikar frá 'miðal' til 'at spreingja skalan'.


George Bernard Shaw segði: "Summi síggja alt, sum tað er, og spyrja: 'Hví?' Eg droymi um tað, sum ongantíð hevur verið, og sigi: 'Hví ikki?'


Jesus segði: "Menniskjum er tað ómøguligt, men ikki Gudi; tí alt er Gudi møguligt." Í tínum natúrliga heimi ert tú kanska ikki førur fyri at útinna tað. Men tá ið tú stígur inn í tað yvirnatúrliga, leggur Gud sítt 'yvir' til títt 'natúrliga' – og tað, sum tykist ómøguligt, verður møguligt.

Úr "... et Ord til Dagen"

(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira