ANDALIGAr GREINAR

Tilbið – og vinn andaligar bardagar

"... læt hann sangarar stíga fram, sum skuldu ... lova Harranum ..." 2. Krøn. 20,21

Lovsangur er eitt vápn so kraftmikið, at tað kann venda bardagan til tín fyrimun. Tá ið Jósafat kongur skuldi ímóti trimum ymiskum sameindum herum [móabitum, ammonitum og me'unitum, e.b.], visti hann, at tað var ein ójavnur bardagi fyri hann. So vendi hann sær til Gud og segði: "Gud okkara! ... vit eru einki mentir móti hesum stóra heri, sum móti okkum kemur, og vit vita ikki, hvat vit skulu gera, men til Tín eru eygu okkara vend." (v. 12)

Gud svaraði honum soleiðis: "Óttist ikki fyri hesum stóra heri og ræðist hann ikki! Tí hetta er ikki bardagi tykkara, nei, tað er bardagi Guds!" (v. 15) So gav Gud honum eina framúrskarandi stríðsætlan til sigurs. Hann bað Jósafat seta eitt kór framman fyri herin og fara út í bardaga, meðan kórið sang lovsangir til Guds æru. Kanst tú ímynda tær at royna at leggja ta stríðsætlanina fyri nakrar av heimsins stóru hernaðarleiðarar? Teir høvdu sent teg til sálarlækna. Men Jósafat gjørdi tað, og so "... læt hann sangarar stíga fram, sum í heilagum skrúði skuldu fara út undan hinum vápnaða herinum og lova Harranum og siga: 'Lovið Harranum, tí náði Hansara varir í allar ævir!'" (v. 21)

Og undrast tú, les so hetta: "Og við tað sama sum teir byrjaðu við gleðirópum og lovsongum sínum, læt Harrin ein flokk koma aftanfrá yvir Ammonitar, Móabitar og fólkið úr Se’irsfjøllum – teir, sum komu móti Juda – so teir lógu undir." (v. 22) Í staðin fyri at leypa á Juda lupu teir tríggir herarnir hvør á annan. Ísrael skeyt ikki so mikið sum ein píl, fekk ongan særdan, og tað tók teimum tríggjar dagar at savna herfongin.

Stendur tú í einum stríði, sum tú ikki fært vunnið, far so og tilbið Gud – og himmalsins herlið koma tær til hjálpar.

... et Ord til Dagen 23. oktober 2019
(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira