ANDALIGAr GREINAR

Títt guddómliga trygdarherlið

"Eingil Harrans tekur støðu rundan um tey, sum óttast hann,og fríar tey út." Sálm. 34,8

Á sama hátt, sum forsetin og forsætisráðharrin eru umgirdir av trygdarvørðum, eru Guds frelstu børn umgird av einglum. Kanska sært tú ikki øll trygdarfólkini hjá forsetanum ella forsætisráðharranum, men um onkur ger so mikið sum eitt einasta hóttandi viðbragd, so eru servandir vaktarar har í stundini og umringa hann sum eitt verjandi skjøldur.

Dr. James McConnell, sum grundlegði 'Whitewell Metropolitan Tabernacle' í Belfast í Norðurírlandi, prædikaði eitt kvøldið undir írska borgarakrígnum, tá ið ein hálvhernaðarligur leiðari kom inn í kirkjuna við skammbyrsu og ætlaði at drepa hann.

Hví? Tí at kona henda mannin var komin til trúgv, og hennara lív var so umbroytt, at maðurin kendi hana næstan ikki aftur. Men hann steig bara nøkur fá fet inn eftir kirkjugólvinum, tá ið hann brádliga vendi sær á og rann út úr kirkjuni. Hvat hendi?

Maðurin, sum seinni bleiv kristin, vitnaði um, at hann hevði sæð tveir stórar einglar standa hvørjumegin McConnell prest!

Tá ið skipið hjá Paulusi rendi seg í storm, og øll væntaðu, at teir fóru at søkka, segði Paulus:

"Tí í nátt stóð fyri mær eingil frá Gudi, sum eg tilhoyri, og sum eg eisini tæni; hann segði: 'Óttast ikki, Paulus! Tú skalt koma at standa fyri keisaranum ...' Havið tí gott mót, tit menn! Tí eg havi tað álit á Gudi, at so skal verða, sum mær er sagt."

Í dag er eitt guddómligt trygdarherlið verja hjá tær.

Úr "... et Ord til Dagen" 4. desember 2019
(Erla Berghamar týddi)

Hevur tú biðið um tað?

Gud hevur ikki gjørt bøn trupla ella fløkjaliga, men púra einfalda.

Les meira

Guds svar til stúran

”Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar ...” 2. Tim 1,7 - At vinna á óttanum ...

Les meira

Týdningur krossins (2)

Kristus skuldi verið týðandi partur av tínum gerandisdegi. Hví? ....

Les meira

Týdningur krossins (1)

Tú fert ongantíð at skilja boðskap krossins ella at fáa vinningin av tí frelsu, sum fæst av krossinum, uttan at tú fyrst boyggir knøini við krossin..

Les meira

Tak heitið "ómøguligt" burtur

Tá ið tú lýsir okkurt sum "ómøguligt", henda hesi trý tingini....

Les meira

Lat Gud vera Gud í ár

Hvussu syrgir Gud fyri okkum? Ein dag í senn. Minnist tú ísraelsfólk í oyðimørkini?

Les meira

Liv eftir sannføringum tínum (2)

Dániel varð noyddur til at gera av, um hann vildi vera ein, sum lagar seg, ....

Les meira

Liv eftir sannføringum tínum (1)

Bíblian sigur, at " Dániel setti sær fyri, at hann skuldi ikki gera seg óreinan við mati kongsins ella við víninum, ið hann drakk ..."

Les meira

Kærleiki – við ongum treytum

Í USA síggjast av og á bilar við teksti á kúfangaranum, sum sigur, at barnið hjá eigaranum er "heiðursstudentur" á ávísum skúla.

Les meira

Bið áðrenn freistingina

Tú kanst sýna besta "pokerandlitið" fram í royndini at sannføra onnur um, at tað gongst betur, enn tað ger, men innast inni kennir tú sjálvur tey økini, har tú oftast verður freistaður..

Les meira

Fyrigeving er vissað tær

"Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.

Les meira

Tá ið tú tilbiður, kennir Gud seg heima

Har sum tú býrt, har er heim títt ella bústaður tín. Tá ið tú prísar Gudi, sigur tú: "Kenn teg heima her, Harri."

Les meira