ANDALIGAr GREINAR

Títt guddómliga trygdarherlið

"Eingil Harrans tekur støðu rundan um tey, sum óttast hann,og fríar tey út." Sálm. 34,8

Á sama hátt, sum forsetin og forsætisráðharrin eru umgirdir av trygdarvørðum, eru Guds frelstu børn umgird av einglum. Kanska sært tú ikki øll trygdarfólkini hjá forsetanum ella forsætisráðharranum, men um onkur ger so mikið sum eitt einasta hóttandi viðbragd, so eru servandir vaktarar har í stundini og umringa hann sum eitt verjandi skjøldur.

Dr. James McConnell, sum grundlegði 'Whitewell Metropolitan Tabernacle' í Belfast í Norðurírlandi, prædikaði eitt kvøldið undir írska borgarakrígnum, tá ið ein hálvhernaðarligur leiðari kom inn í kirkjuna við skammbyrsu og ætlaði at drepa hann.

Hví? Tí at kona henda mannin var komin til trúgv, og hennara lív var so umbroytt, at maðurin kendi hana næstan ikki aftur. Men hann steig bara nøkur fá fet inn eftir kirkjugólvinum, tá ið hann brádliga vendi sær á og rann út úr kirkjuni. Hvat hendi?

Maðurin, sum seinni bleiv kristin, vitnaði um, at hann hevði sæð tveir stórar einglar standa hvørjumegin McConnell prest!

Tá ið skipið hjá Paulusi rendi seg í storm, og øll væntaðu, at teir fóru at søkka, segði Paulus:

"Tí í nátt stóð fyri mær eingil frá Gudi, sum eg tilhoyri, og sum eg eisini tæni; hann segði: 'Óttast ikki, Paulus! Tú skalt koma at standa fyri keisaranum ...' Havið tí gott mót, tit menn! Tí eg havi tað álit á Gudi, at so skal verða, sum mær er sagt."

Í dag er eitt guddómligt trygdarherlið verja hjá tær.

Úr "... et Ord til Dagen" 4. desember 2019
(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira