ANDALIGAr GREINAR

Tornur Paulusar í holdið – og tín (2)

"... fyri at eg skal ikki gera meg stóran ..." 2. Kor 12,7

Bíblian sigur okkum ikki, hvat tornur Paulusar í holdið var, men Paulus sigur okkum, hví Gud loyvdi tí: "... fyri at eg skal ikki gera meg stóran ..."

Avrika vit meir, og eydnast alt hjá okkum, kann hetta elva til øktan stoltleika, og at vit ikki halda okkum hava brúk fyri Gudi. Hevur tú varnast, at tá ið lívið gongur væl, er viðhvørt trupult at halda okkum nær at Gudi? Vit hava lyndi til at halda, at Gud er so góður móti okkum, tí at vit eru so góð fyri hann. Vit mugu altíð varða okkum ímóti hesum. Gud kann brúka alt til okkara besta og til sína æru. Í vísdómi og toli sínum loyvir hann nøkrum, sum vit halda er ætlað til at skaða okkum, men hann koppar tí á og brúkar tað til at hjálpa okkum.

Tað er hetta, hann ger: Hann javnvigar signingar og byrðar. Sálmaskrivarin sigur: "Lovaður veri Harrin dag eftir dag! Verða byrðar lagdar á okkum, er Gud frelsa okkara." (Sálm. 68,20) Um Gud bara fylti hendur tínar við signingum, so hevði tú at enda dottið framav. Og um hann í heilum díkti bakið á tær undir í byrðum, hevði tú dottið afturav. So hann býtir signingar og byrðar javnt, so vit kunnu halda javnvágina.

Tað er skjótt at koppa annan vegin. Vit verða so upptikin av gleði Himmalsins, at vit forsøma kallið um at vera salt og ljós her á jørðini. Vit verða drigin so nógv upp í verk Harrans, at vit forsøma at brúka tíð saman við Harra verksins. Vit hava so nógv at gera í samkomuni ella kirkjuni, at bæði kærleiki og tíð verður tikin frá familjum okkara – sum tey hava brúk fyri.

So fær Gud okkum aftur í javnvág við at geva okkum ein torn.

Úr "... et Ord til Dagen" 29. desember 2019
(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira