"... tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika." 2. Kor 12,9
Paulus skrivar: "At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir. Men Hann segði við meg: 'Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.' – Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær. Og tí havi eg gott mót í veikleika, í ringari viðferð, í neyð, í atsóknum, í angist fyri Kristusar skuld; tí táið eg eri veikur, eri eg sterkur." (Vers 8-10)
Paulus fekk ikki tað svarið, hann leitaði eftir, fyrr enn hann gavst við at biðja og fór at lurta. Viðhvørt eru vit so upptikin av at siga Gudi, hvat hann átti at gjørt fyri okkum, at vit ikki hoyra Gud siga okkum, hvat hann vil gera í okkum. Um tú hevur ein áhaldandi trupulleika í lívi tínum, er tíðin kanska komin at gevast við at tosa og heldur fara at lurta. Gud lærdi Paulus, tá ið hann var best førur fyri at læra setningin – í truplum umstøðum. So ringu tíðindini um truplar tíðir verða at enda góðu tíðindini – at tú lærir meira um Gud í dalinum, enn tú gert á fjallatindinum.
C. S. Lewis lýsir, hvussu Gud brúkar pínuna til at samskifta við okkum: 'Gud teskar til okkara í njótingini, talar til okkara í samvitskuni, men rópar til okkara í pínuni.'
Áðrenn Gud talaði, var tað einasta, Paulus ynskti sær, at fáa trupulleikan burtur. Eftir at Gud hevði talað, sá hann, at hann í sínum trupulleika hevði funnið nakað betri og størri – eina yvirnatúrliga styrki, ætlað truplum, tungum tíðum, tá ið vit síggja, at Guds nærleiki er størri enn okkara trupulleikar, og at hansara endamál við okkum er størri enn okkara pína.
Úr "... et Ord til Dagen" 30. desember 2019
(Erla Berghamar týddi)
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira