"Hann grøðir tey, ið hava sundurbrotið hjarta ..." Sálm. 147,3
Ein av mest rørandi hendingum í Skriftini er, tá ið Jesus grætur við grøvina hjá Lazarusi. Tað var ikki, tí hann ikki hevði vald at broyta støðuna, og tað gjørdi hann jú eisini; men hann hevur samkenslu, tá ið vit missa. "Hann grøðir tey, ið hava sundurbrotið hjarta, og bindur um sár teirra ..." Harrin lovaði ikki at verja okkum fyri pínu ella miss, men hann lovaði at leiða okkum ígjøgnum. Kanska kanst tú brúka hesi uppskot: 1) Avbyrg teg ikki. Víðka "familjuna". "Slepp ikki vinmanni tínum ... Granni nær hjá er betri enn bróðir langt burtur." (Orðt. 27,10) Halt teg til hyggin fólk nærindis, um skyldfólk tíni búgva langt burtur. Sum partur í einum bólki kennir tú á tær, at tú ert ikki eina, at sorg er ikki sjúka ella sjálvsøkni, og at tað hjálpir at tosa við onnur. 2) Avnokta ikki miss tín. "Minnið um hin rættvísa verður signað ..." Orðt. 10,7)
Drála ikki við at tosa um miss tín, tá ið tú ert millum vinir. Við tí vísir tú teimum, at tað er eisini í lagi, um tey vilja tosa um síni minni. At bera byrðina saman við øðrum ger hana lættari. 3) Royn ikki at gera alt sjálvur. "Alt hevur stund sína ... at gráta hevur tíð sína ... at missa hevur tíð sína ..." (Præd. 3,1-6) Tær tørvar meira hvíld enn vant, tí sorg møðir. So lat onnur hjálpa tær við gerandisligum uppgávum, so leingi tú hevur skerda orku; lat onnur taka sær av at gera mat, gera reint og at fara til handils, til tú fært kreftirnar aftur. 4) Avnokta ikki grundleggjandi tørvir tínar. Virð likamið við at drekka, eta, røra teg og sova; tað kann hjálpa tær at miðsavna teg og seta heilsugóð mørk. Eingin uttan tú veit, hvussu tú hevur tað, so loyv tær sjálvum at siga "nei takk" ella "eina aðra ferð" uttan skuldarkenslu.
"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira