"Skal Eg tá sjálvur koma við tær og leiða teg til hvílu?" 2. Mós. 33,14
Um tú ikki brúkar tíð saman við Gudi, fert tú altíð at hava eina djúpari kenslu av óvissu. Summi fólk geva okkum kensluna av tryggleika, bara tey eru í nánd; teirra hjávera og atgongd til lívið fær okkum at kenna okkum væl. Á sama hátt mást tú eisini brúka tíð saman við Gudi, tá ið tær tørvar at vera lyftur upp og styrktur. At vera í hansara nærveru er sum at vera í einum rúmi, sum er fylt av luktilsi; tú angar av tí, tá tú fert. Móses brúkti nógva tíð saman við Gudi. Hann visti, at hann var einki verdur, um hann ikki helt seg tætt at Gudi. Ímynda tær at hava ábyrgd av vælferðini hjá tveimum milliónum fólkum, meðan tú hjálpir teimum úr einum landi í annað – til gongu! Tað er til at ógvast av. Og sum um tað ikki var nóg ringt, brúkti ísraelsfólk nógva tíð til at gremja seg um støðuna og at finnast at Mósesi. Tá ið okkurt miseydnaðist, fekk hann skuldina. Tað var til at gerast ørur av. Men Gud segði við Móses: "Skal Eg tá sjálvur koma við tær og leiða teg til hvílu?" (2. Mós. 33,14) Gud kann geva tær hvíld mitt í stríðnum og frið mitt í ósemjuni. Tað er bæði galdandi á truplum arbeiðsplássum og í heimum við støðugum ófriði. Guds nærvera kann hjálpa tær at vísa kærleika, tá ið tú verður illa viðfarin, og at hava tolni í ófriðarligum tíðum. Hon kann hjálpa tær at fáa vent øllum rættan veg uttan mong orð, og hon kann við endan á degnum fáa teg at hvíla í, hvussu tú loysti alt. Brúka tíð í Guds nærveru í dag.
"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira