ANDALIGAr GREINAR

Týdningur krossins (1)

"Teir hava jú vrakað orð Harrans – hvønn vísdóm skulu teir tá hava!" Jer. 8,9

Tú fert ongantíð at skilja boðskap krossins ella at fáa vinningin av tí frelsu, sum fæst av krossinum, uttan at tú fyrst boyggir knøini við krossin og tekur ímóti Jesusi Kristusi sum frelsara tínum.

Henda søgan verður søgd um ein stóran prædikumann, sum talaði í Italia. Ein vinur bað hann fara til eina ávísan bygd og hyggja at einum málningi av Kristi krossfesting. "Hvussu er hann?" spurdi hann. Vinurin svaraði: "Tað hevur ongan týdning, hvussu hann er. Eg vil bara hava teg at síggja hann. Kanst tú ikki lova mær tað?" Tað lovaði hann.

Hann fór til bygdina og inn í kapellið, har málningurin var. Gamli vaktarin segði: "Tú ert komin higar at síggja málningin, ert tú ikki tað?" Hann svaraði: "Jú, tað eri eg." Vaktarin segði: "Fylg mær!" Stóri prædikumaðurin var ikki fyrireikaður til tað, hann fekk at síggja. Í staðin fyri at síggja eitt vakurt meistaraverk sá hann ein málning við skeivum støddarlutfalli, sum einki høpi var í.

Vaktarin svaraði: "Kom nærri." Hann so gjørdi. Vaktarin segði: "Bukka teg niður." Tað gjørdi hann. At enda, tá ið hann boygdi knøini við krossins fót, hugdi hann upp og varð so ovfarin av kraftini og vakurleikan, at eyguni fyltust við tárum.

Ikki fyrr enn tú leggur stotleika tín, tínar egnu hugmyndir og vitbornu atgongdina til viks og eyðmýkir teg, tástani fer krossins boðskapur at broyta teg. "Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds." (1. Kor. 1,18)

"... et Ord til Dagen"
(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira