"Eg eri krossfetur við Kristusi. " Gal. 2,20
Kristus skuldi verið týðandi partur av tínum gerandisdegi. Hví? Tí at tú hevur tríggjar náðileysar fíggindar, sum tú skalt sigra á hvønn dag: Synd, Satan og egið. Hvussu sigrar tú á teimum? Við at liva tað krossfesta lívið.
Paulus skrivar: "Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær ..." Tú sigur kanska: "Tað ber ov illa til hjá mær at liva eitt kristið lív!" Nei, tað ber ikki bara illa til ... tað er ógjørligt. Einasti mátin er at lata Kristi kraft og persón liva gjøgnum teg.
Tí skrivaði Paulus: "Men eg – langt veri tað frá mær at rósa mær, uttan av krossi Harra okkara Jesu Krists, við hvørjum heimurin er krossfestur mær, og eg heiminum!" (Gal. 6,14)
Eftir fleiri ár í russiskari arbeiðslegu var Aleksandr Solzhenitsyn so niðurundirkomin sinnisliga, at hann vildi doyggja. Hann legði spakan og fór yvir til ein bonk og settist – og visti væl, at hvørja løtu kundi ein vaktari koma og brúka spakan til at berja hann til avlívs.
Men so kom ein annar fangi; hann tók ein pinn og teknaði krossmerkið í sandin við føturnar á Solzhenitsyn. Tá ið hann stardi at tí, fekk hann annað sinni. Hann var greiður yvir, at krossurin umboðaði heimsins størsta vald, so hann reistist spakuliga, tók spakan og fór aftur til arbeiðið, undir krossmerkinum. Og tað eigur tú eisini at gera.
Minn hvønn dag teg sjálvan á hetta: "Jesus doyði fyri meg. Eg doyði við honum. Tá ið eg doyggi fyri meg sjálvan, livir hann í mær. Tá ið hann livir í mær, kann eg liva fyri hann."
Tað er loyndarmálið aftan fyri eitt sigrandi kristinlív.
"... et Ord til Dagen"
(Erla Berghamar týddi)
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira