"... vit vita, at trongdin virkar tol," Róm 5,3
Er tað ikki áhugavert, at sum vit eldast, hava vit lyndi til at gerast tolnari – hóast vit hava minni tíð eftir? Hví man tað vera?
Sjónarringurin! Okkara trupulleikar eru ikki so nógv broyttir, men tað er sjónarringurin.
Tað, sum einaferð fylti okkum við órógv, ger tað ikki longur, tí vit hava livað nóg leingi til at vita, at "Náði Mín er tær nóg mikið" (2. Kor. 12,9)
Tá ið tú varnast, at okkurt ikki er tann veldigi trupulleikin, og tað er tað mesta ikki, kanst tú siga: "Har havi eg verið fyrr, og hatta havi eg klárað!" Í staðin fyri gremjan og harmaljóð, sum einki hjálpa, men bara stjala gleði okkara, hava vit lært at syngja:
"Takk eg sigi tær fyri alt,
tín kærleiki stórur er,
tá eg kenni meg veikan í mær,
kraft tá Orð títt mær ber.
:,: Tí tú ert tann klettur,
sum aldri vikast úr stað,
sjálvt um ein ódn leikar á. :,:"
Eins og Jósef kanst tú hyggja aftur á tíðir í lívinum, sum tú ongantíð væntaði at koma ígjøgnum, og hendingar, sum tú ikki væntaði at koma livandi frá, og siga: "Tit høvdu ilt í huga móti mær; men Gud hevði í huga at venda tað til gott ..." (1. Mós. 50,20)
Ja, rætta sjónarhornið gevur tol: "... Og ikki bert tað; vit rósa okkum av trongdunum við; tí vit vita, at trongdin virkar tol, tolið roynt sinni, hitt roynda sinnið vón – og vónin ger ikki til skammar; tí kærleiki Guds er útheltur í hjørtum okkara við Heilaga Andanum, sum givin okkum er."
Lat tí Gud menna tol títt.
Úr "... et Ord til Dagen" 27. desember 2019
(Erla Berghamar týddi)
Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....
Les meiraSo er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...
Les meiraDreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...
Les meira