ANDALIGAr GREINAR

Vend við aftur til Gud!

"... meðan hann enn var langt burtur ..." Luk. 15,20

Bíblian sigur um fortapta sonin: "... Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðirin hann, og honum tykti hjartaliga synd í honum; hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann."

Sannleikin er, at tú ert ikki so langt burtur, at Guds náði ikki røkkur tær. So framtíð tín kann væl gerast betri enn fortíðin! "Men meðan hann enn var langt burtur", rann faðirin ímóti honum. Hví? Tí at hansara kærleiki til sonin bygdi ikki á gerðir og rætta atferð, men á ta sannroynd, at hann hevði givið honum lívið og fingið hann inn í familjuna. Tá ið tú hugsar um tað, faðirin gav honum tann dagin, fert tú at skilja týdningin af hvørjum einstøkum luti.

1. Veitsluklæðini.
Tey vístu samleika hansara sum sonur. Gud sær teg ikki í tínum veikleika; hann sær teg klæddan í Kristi rættferð. (Les 2. Kor. 5,18-19)
2. Ringurin.
Tað var ein innsiglisringur við innsiglinum hjá familjuni, sum aftur gav honum rætt at taka avgerðir vegna faðirin.
3. Skógvarnir.
Tænararnir í húsinum gingu ikki í skóm – tað gjørdi bara húsfólkið. Hann fór heimaftur og hugsaði, at tað frægasta, hann nú fór at sleppa, var at vera ein av tænarunum hjá faðirinum. Men faðirin gav honum ikki bara samleika og ábyrgd aftur, hann gav honum aftur fullan rætt sum sonur í húsinum.
4. Veitslan.
Tá var tað soleiðis, at tá ið sonur gjørdi uppreistur móti myndugleikanum hjá faðirinum og fór heimanífrá, hildu tey eitt 'skemdarhátíðarhald', sum merkti, at hann ongantíð kundi koma aftur. Men ikki hesin faðirin – hann helt veitslu fyri honum.

Kjarnin í frásøgnini? Jesus tók okkara skomm! "Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds." (2. Kor. 5,21) Orðið til tín í dag er: Kom aftur til Guds!

Úr "... et Ord til Dagen" 12. november 2019
(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira