ANDALIGAr GREINAR

"... verið nøgd við tað, sum tit hava!"

Um mál tíni eru miðsavnað um Gud, fer hann at hjálpa tær at røkka teimum. Men biður tú hann um okkurt, bara tí at grannin hevur tað, verður tú vónsvikin. Bíblian sigur: "... einki gott sýtir Hann teimum, sum liva í sakloysi." (Sálm. 84,12) Lít á Gud, tá ið hann sýtir tær okkurt. Hann veit, hvat hann ger. Gud elskar teg ov nógv til at geva tær tað, sum tú ikki ert til reiðar at taka ímóti, sum tú ikki megnar, sum ikki hóskar inn í hansara ætlan fyri lívi tínum, ella sum fer at tøma teg fyri orku og kanska at enda fer at oyða teg. Um tú tráar eftir onkrum, um tú gert tað avgerandi fyri tína eydnu og bønar Gud um at geva tær tað, biður tú hann um at seta okkurt í staðin fyri hann, okkurt tú heldur hava størri virði enn hann. Gert tú tað, fer Gud kanska at lata teg uppliva tær avleiðingar, Ísrael mátti ígjøgnum. “... gav Hann teimum tað, ið tey vildu hava, men sendi tærandi sjúku á tey.” (Sálm. 106,15)

Við endan á lívi tínum skalt tú helst ikki við sorg hyggja aftur á eitt kollsiglt hjúnalag, á børn, sum viltust av leið, á skadda samvitsku - ella standa við pínuni av at viðganga, at tú misti alt tað besta frá Gudi. Vandamál okkara eru ikki, at vit ikki vilja hava Gud; tað liggur í, at vit vilja hava Gud umframt flott hús, megnararbeiði, fullkomnan hjúnafelaga og alt tað, vit annars ynskja okkum. Tí segði Jesus: "Síggið til og varðið tykkum fyri allari havisjúku! Tí lívið hjá ongum stendur í tí, sum hann eigur, um hann so hevur almikið góðs." (Luk. 12,15) Lívið byggir ikki á ognir, men á felagsskapir. Og tann felagsskapur, sum hevur størstan týdning at menna, er samfelag títt við Gud.


"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira