"... ónt hevur fólk Mítt gjørt: ... kelduni við hinum livandi vatni vendu tey bakið og gróvu sær brunnar ... sum ikki halda vatni" Jer. 2,13
Lætt er at vera nøgdur, tá lívið gongur, sum tú vilt; men hvussu ofta hendir tað? Bíblian sigur, at vit skulu læra kynstrið at vera nøgd og bæði "at vera í smáum korum og ... eisini at hava yvirflóð ..." (Fil. 4,12) Tí letur tú lívið bíða eftir tí, tú vilt hava at henda, er vandi fyri, at tú fert at bíða leingi! Epikur segði: "Oyðilegg ikki tað, tú hevur, við at tráa eftir tí, tú ikki hevur. Minst til, at tað, tú hevur nú, var slíkt, sum tú einaferð ynskti tær."
Trý eru, sum støðugt birta ónøgd okkara:
1) Havisjúka. Hugsar tú nógv um tað, tú ikki hevur, verður tú ikki førur fyri at frøast um tað, Gud longu hevur givið tær. Ver nøgdur! Gott er at seta sær mál, men gevst við at hugsa so nógv um endaúrslitið og lær teg at frøast um Harran, meðan tú ert á veg.
2) Ótti. Hann fær teg at flýggja frá nøkrum, sum als ikki er eftir tær. Hann er verkevni Satans at a) ræna friðin og støðufestið frá tær b) plága teg við "hvat nú, um?" c) halda teg frá at líta á Gud. Sálmaskaldið segði: "Eg líti á Gud, eg óttist ikki – hvat kann menniskja gera mær!" (Sálm. 56,12)
3) At leita eftir nøktan á skeivum støðum. Gud segði: "... ónt hevur fólk Mítt gjørt: Mær, kelduni við hinum livandi vatni, vendu tey bakið og gróvu sær brunnar, brunnar við sprungum, sum ikki halda vatni." Tað sigst, at vit brúka fyrstu 50 ár okkara til at fáa tað trygt, og restina av lívinum royna vit at gera mun. Men tað er ikki neyðugt. Skaldið skrivaði: "Nú navn títt, Jesus, eina tað, er dýrabart hjá mær; tí kærleik, lív og hjartafrið eg eina fann í tær."
Vilt tú trívast og vera nøgdur? So royn Jesus!
"... et ord til dagen" frá UCB - Erla Berghamar týddi
”Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar ...” 2. Tim 1,7 - At vinna á óttanum ...
Les meiraTú fert ongantíð at skilja boðskap krossins ella at fáa vinningin av tí frelsu, sum fæst av krossinum, uttan at tú fyrst boyggir knøini við krossin..
Les meiraTá ið tú lýsir okkurt sum "ómøguligt", henda hesi trý tingini....
Les meiraHvussu syrgir Gud fyri okkum? Ein dag í senn. Minnist tú ísraelsfólk í oyðimørkini?
Les meiraDániel varð noyddur til at gera av, um hann vildi vera ein, sum lagar seg, ....
Les meiraBíblian sigur, at " Dániel setti sær fyri, at hann skuldi ikki gera seg óreinan við mati kongsins ella við víninum, ið hann drakk ..."
Les meiraÍ USA síggjast av og á bilar við teksti á kúfangaranum, sum sigur, at barnið hjá eigaranum er "heiðursstudentur" á ávísum skúla.
Les meiraTú kanst sýna besta "pokerandlitið" fram í royndini at sannføra onnur um, at tað gongst betur, enn tað ger, men innast inni kennir tú sjálvur tey økini, har tú oftast verður freistaður..
Les meira"Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Les meiraHar sum tú býrt, har er heim títt ella bústaður tín. Tá ið tú prísar Gudi, sigur tú: "Kenn teg heima her, Harri."
Les meira