TÍÐINDI

Posta út tann:
13
01
2025

Kæru náðisyskin í Harranum

Nýggja árið er júst byrjað og flest fólk eru nokk í vón um, at hetta árið má hilnast betur enn tað, íð fór.

Ísraels fólk høvdu verið í útlegd í mong ár, tá ið Harrin aftur loyvdi teimum heimaftur til lovaða landið. Fólkið var vónríkt og fóru fús undir at byggja hús og heim uppaftur. Men sigur Haggai 1: 9: "Tit væntaðu nógv – men lítið varð; og táið tit bóru tað í hús, blásti Eg tað burtur. Hví? – sigur HARRIN Gud herskarana. Tí hús Mítt liggur í oyði, meðan tit hava nógv um at vera, hvør við hús sítt".  Nógv ár gingu og Harrin fekk ikki hús upp at standa. Vit eru tempul Harrans. Eigur Harrin nógv pláss? Sum Øssur týður sangin: "Spyr Harran fyrst, hvørja ferð eitt stig tú skalt taka". Røtt raðfesting er Harrin fyrst, síiðani hús og heim aftaná. Latið okkum læra av Ísraels fólki. Harrin fyrst alt árið.

Trúboðarastevna

Okkara árliga trúboðarastevna í farna árinum, varð hildin úti við strondina. Stevnan er annað hvørt ár, so flestu fólk kunnu hava ráð at ferðast tvørtur um landið og vera við til stevnuna. Til hesa stevnu vóru eisini 15 Indianarar frá ættarbólkunum bjóðaðir við. Hesir brøðurnir høvdu morgun andaktirnar. Deiligt var at hoyra vitnisburðin, hvussu evangeliið og trúgv á Harran hevði fría tey úr myrkrinum.  Tá ið ein ikki hevur møtt felags trúboðarum í langa tíð, er tílík stevna kærkomin. Vinarbond vera knýtt av nýggjum. Góð tíð er til at hugna sær saman. Eisini fær mann betur innlit í hvussu Harrin arbeiðir á teimum ymisku plássunum. 

Í einum ættarbólki

Í juli - august var Nurimar inni í einum ættarbólki ein góðan mánað. Nuri og ein onnur kona skuldu hjálpa fólkinum við at gera nýggjar lærubøkur til skúlan. Eitt toymi av 18 Indianarum skuldu eisini hjálpa teimum við at gera bøkurnar. 

Húsið, sum Nuri fekk at búgva í hendan mánaðin, var ein stór stráhytta. Einans eitt stórt rúm við moldgólvi og so ein lítil bukka aftan fyri húsið. Vatn fekk mann úr ánni, har ein eisini vaskaði klæðir og fekk sær bað. Matskráin var eitt sindur einstátta. Fiskasuppa, stoktan ella kókaðan fisk næstan hvønn dag og eisini tvær ella tríggjar ferðir um dagin. Onkuntíð var so eisini borðeitt við øðrum enn fiski. Um kvøldarnar var ofta møti hildið. Sjálvt um Nuri einki skilti, so var tað nakað heilt serligt at sita saman við hesum brøðrum og systrum, sum í tøgn lærdu um Harra sín á egna máli.

Nógv fólk her í landinum eru rættuliga spent hesar dagarnar. 10. Januar var setunardagur av forsetanum her í landinum. Tað, sum er øðrvísi her enn í flestu londum, er at tveir forsetar vera settir í valdi. Tann nú sitandi forsetin varð aftur settur. Anstøðan sigur seg eiga meira enn 2/3 av atkvøðunum og at sitandi leiðsla hevur svikað, tískil eigur annar nýggjur forseti at verða settur.  Meiningin var, at víga hendan nýggja eisini tann  10. Januar. Tað bleiv tað so ikki og verður tað nokk, tá hann er sloppin inn í landið. Vit biðja til Harran Gud fyri landi og fólki hesa tíðina, at Harrin aftur ger verk sítt, og at samkoma Guds í hesum landi, verður enn stinnari, nú brotasjógvar aftur eru.

Marisol og Gabriel

Marisol og Gabriel eru eitt tilkomið par, sum eru byrjaði á bíbliuskúlanum. Í mong ár hava tey tænt ímillum teirra egna fólk Dhecwana. Hesin ættarbólkurin var ein av teimum fyrstu sum misjónin fór inn at náða við evangelinum. Í dag eru nógv trúgvandi í hesum ættarbólkinum. Seinastu mongu árini, hevur hesin ættarbólkurin biðið um at fáa trúboðara aftur at hjálpa teimum við samkomuarbeiðinum. Av tí at eingin trúboðari hevur verið til taks, hevur eisini verið roynt at uppmuntra soleiðis, at tey sjálvi kundu hava trúboðara av sínum egna fólki. Gabriel og konan eru nú, sum tey fyrstu frá hesum ættarbólkinum, komin á skúlan, til at útbúgva seg betur. Um 3 ár, tá ið tey eru liðug, skullu tey so heim aftur at tæna Dhecwana samkomuni. 

Í fjør heyst bleiv ein familja frá øðrum ættarbólki liðug her á missiónskúlanum og eru tey nú í tænastu í sínum egna ættarbólki. Í summar tá ið skúlin aftur tekur nýggjar næmingar inn, kemur aftur onnur familja frá øðrum ættarbólki á skúlan. Tað er gleðiligt og hjartafløvandi at hesar ættarbólkasamkomur og brøður, nú eisini kenna kall Guds og ynskja at tæna Gudi, hvar Hann nú sendir tey at tæna. 

Takk fyri tykkara stuðul

Enn einaferð ynskja vit at takka tykkum øllum fyri tann góða stuðul og bønir í tit hava unt okkum. Má Harrin signa tykkum øll.

 Vinarliga Nurimar og Jóhannus Frants Poulsen

Sí PDF-fíl
Myndir niðanfyri: 1) Trúðboðarastevnan. 2) Gera skúlabøkur. 3) Skúlatilfar. 4) Fiskur. 5) Eiturkoppur. 6) Marisol og Gabriel
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Skráin í Mizpa 6. mars 2022
Les meira
Zareptabilurin
Les meira
Familjumøti
Les meira
Nýtt átak at keypa Miklagarð
Les meira
Stroyming av jarðarferð
Les meira
Skráin í Mizpa 7. mars 2021
Les meira
Serinnsavnan í Mizpa várið 2021
Les meira
Skráin í Mizpa 1. november 2020
Les meira
Møtir í Hólmahúsinum og innlating av skógvaeskjum til Christmas Child
Les meira
Nýtt tiltak fyri tannáringar í Mizpa
Les meira