Vit eru byrja eitt nýtt tiltak fyri tannáringar í Mizpa, sum vit kalla fyri Mizpa Life.
Vit fara at møtast hvørja viku kl. 20.00 í hugnaligum heimaumhvørvi til eitt prát um bíbliuna, til bøn og ymiskt annað.
Endamálið er at vit saman læra at lesa og skilja Guds Orð, og læra hvat tað týðir at fylgja Jesusi.
Um tit eru/kenna ung fólk (13-17 ár), sum hava áhuga í at fordjúpa seg í Orðið Guds, so hevði tað glett okkum at sæð tykkum/tey sunnukvøld kl. 20.00
Adressa: Úti á bø 80, Eiði
Heilsan: Robert & Janni, Hjalmar & Jacobina, Sarah