Verið hjartaliga vælkomin til Samfelagsstevnuna 2019.
Byrjað verður í Ebenezer og fríggjakvøldið verður farið niðan í Høllini á Hálsi.
Á skránni eru møti, sangur, kórframførslur, barnamøti, familjumøti, kafé, Logos Bókasøla hevur stórt bókaborð og NTM, OM og Zarepta hava básar.
Vegna samfelagsstevnuna verður tí onki møti í Mizpa hóskvøldið 7. og sunnudagin 10. november,
tó hevur Mizpa opið til breyðbróting kl. 10.30
Sunnudagsskúlin í Mizpa verður í Høllini á Hálsi kl. 12.00
Mikukvøldid kl. 20.00 Bønarmøti
Hósdagin kl. 10.00 og kl.16.00 Møti
Hóskvøldid kl.20.00 Møti. Svein í Prestgarði, Elsa í Skorini og John Færø tala
Fríggjadagin kl.10.00 og kl.16.00 Møti
Fríggjakvølðið kl. 20.00 Høgni Johannesen og Svenning av lofti tala
Fríggjakvølðið kl. 22.30 Ungdómsmøti - Opið Hús. Jógvan Martin Davidsen talar
Leygardagin kl. 14-16 Kafé fyri øll. Góður drekkamunnur, hoppiborgir og onnur spøl, básar hjá NTM, OM, Zarepta og stórt bókaborð hjá Logos Bókasøluni.
Leygardagin kl. 16.00 Møti fyri øll. Klæmint Eliasen talar, ein leikur verður framførdur, Betesdakórið luttekur og nógvur góður felagssangur.
Leygarkvølðið kl. 20.00 Møti. Símun Absalonsen talar. Betesdakórið luttekur.
Leygarkvølðið kl. 22.30 Ungdómsmøti - Opið hús. Gunnar Nielsen talar.
Sunnudagin kl. 11.00 Breyðbróting í Ebenezer.
Sunnudagin kl. 12.00 Stórt barnamøti.
Sunnudagin kl. 16.00 Møti. Borðreitt verður vid nátturða aftaná.
Sunnudagin kl. 19.00 Møti.