"Við at lurta eftir ... eykar hin vísi um lærdóm sín ..." Orðtøkini 1,5
Tá ið tú kannar tíni mistøk, sært tú, at tað var hugsanarhátturin ta løtuna, sum var orsøkin, og tað er tí, tú ert noyddur til at halda á at bjóða tínum egnu hugsanum av. "Við at lurta eftir ... eykar hin vísi um lærdóm sín ..."
Hvussu verður tað gjørt? Við at læra at virðismeta, hvussu onnur hugsa, og við áhaldandi at vera saman við fólki, sum eru øðrvisi enn tú. Tú fert at hugsa sum tey, tú brúkar mestu tíð saman við. Tá ið tú brúkar tíð saman við fólki, sum hugsar uttan fyri kassan, fert tú eisini at verða opnari fyri nýggjum hugskotum.
Lat okkum viðganga tað; tá ið vit finna ein máta at hugsa, sum riggar, er størsta freistingin at halla okkum at tí sama aftur og aftur – hóast tað ikki virkar í nýggjum støðum. Er mál títt at verja tað, tú longu hevur vunnið, so bremsar tú tilgongdini, sum kann leiða teg uppaftur longur fram. Gott er at halda fast í eini góðari siðvenju. Men tú skalt minnast til, at ein og hvør siðvenja var upprunaliga eitt gott hugskot, kanska enntá eitt kollveltandi hugskot – men allar siðvenjur eru kanska ikki júst góð hugskot fyri framtíðina. Tá ið tú krøkir teg í tað, sum longu er fingið upp á pláss, setur tú teg ímóti broyting – enntá broyting til tað betra. Tí er umráðandi at bjóða sínum egna hugsanarhátti av. Ert tú ov bundin at, hvussu gjørt verður nú, fer einki at broytast til tað betra.
Dr. John Maxwell skrivar: "Á tínum fyrru árum fert tú ikki at vera so skeivur, sum fólk halda, at tú ert. Á seinni árum fert tú ikki at vera so rættur, sum fólk halda, tú ert. Og sum árini líða, fert tú at verða dugnaligari, enn tú helt, tú kundi vera."
Úr andaktsheftinum ... et Ord til Dagen 28. januar 2020
(Erla Berghamar týddi)
Tá ið tú kannar tíni mistøk, sært tú, at tað var hugsanarhátturin ta løtuna, sum var orsøkin, og tað er tí, tú ert noyddur til at halda á at bjóða tínum egnu hugsanum av.
Les meiraUm ein, tú elskar, sorar hjartað og svíkur álit títt, verður tú viðkvæmur.
Les meiraTað ber til at lovprísa Gudi alt ov lítið, men tú kanst ongantíð prísa honum ov nógv.
Les meiraPaulus skrivar: "At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir.
Les meiraBíblian sigur okkum ikki, hvat tornur Paulusar í holdið var, men Paulus sigur okkum, hví Gud loyvdi tí...
Les meiraTey bíbliukønu eru ikki samd um, hvat "tornurin" hjá Paulusi var.
Les meiraEr tað ikki áhugavert, at sum vit eldast, hava vit lyndi til at gerast tolnari – hóast vit hava minni tíð eftir? Hví man tað vera?
Les meiraGud hevur eina ætlan fyri tínum lívi, sum krevur, at okkurt skal henda eina ávísa tíð.
Les meiraÁ sama hátt, sum forsetin og forsætisráðharrin eru umgirdir av trygdarvørðum, eru Guds frelstu børn umgird av einglum...
Les meiraÍ 1975 segði ein av lægru verkfrøðingunum hjá Hewlett-Packard, Steve Wozniak, sum eingin hevði hoyrt um, vinmanninum Steve Jobs frá síni hugsjón...
Les meiraGuds orð er á tremur við lívi, vísdómi, sannleika, kraft og møguleikum at mennast.
Les meiraNavnið Jabez merkir "pína og strev". Kanst tú ímynda tær at koma inn onkustaðni og hoyra fólk siga: "Har kemur hin strævni"...
Les meira