ANDALIGAr GREINAR

Fyrigeving er vissað tær

"Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi." 1. Jóh. 1,9

Hóast okkara bestu ætlanir og royndir, megnar eingin okkara at liva upp til Guds krøv (Róm 3,23). Hvar er so loysnin?

"Siga vit, at vit hava ikki synd, so dára vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi." (1. Jóh. 1,8–9)

Viðvíkjandi Guds fyrigeving er betri at vita enn at føla. Soleiðis virkar Guds fyrigeving: Vitan um synd leiðir til sannføring um synd, og sannføring um synd leiðir til syndajáttan, og syndajáttan leiðir til reinsan frá synd, og reinsan frá synd leiðir til álit og tryggleika hjá Gudi. (1. Jóh. 3,21–22)

Tú sigur kanska: "Eg kenni meg ikki verdan til Guds fyrigeving." Tað verður tú ongantíð!

Guds fyrigeving er ikki grundað á títt virði, men á Kristi virði!

Harumframt er Gud ikki sum foreldur tíni; hann noyðir teg ikki kenna teg illa í nakrar dagar, "so tú kanst læra tað", áðrenn hann fyrigevur tær. Tað hevði merkt, at tú skuldi gjørt teg verdan til fyrigevingina. Hana fært tú av náði og bara av náði! (Ef. 2,8–9)

'Náði' merkir 'óuppiborin vælvild'. So tá ið Gud fyrigevur tær, ær hann so við at fyrigeva tær sjálvum – og kom so víðari!

"... et Ord til Dagen" 31. januar 2020
(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira